Í uppskotinum eru ásetingar, sum m.a. eru viðkomandi fyri tannlæknar og tannlæknastøðir. Vinnuhúsið skilur, at Tannlæknafelagið eisini hevur fingið uppskotið til hoyringar.
Vinnuhúsið hevur bert ta viðmerking, at broyting nr. 5 (§ 24, stk. 4) um forboð fyri frávik í s.v. eigaraskifti av tannlæknastøðum varð strikað úr donsku lógini í 2024 sum ein liður í at minka um óneyðuga umsiting s.v. eigaraskifti, og spurningurin er tí, hví ætlanin er at seta í verk hesa somu áseting í Føroyum, sum danskir myndugleikar hava strikað aftur fyri tveimum árum síðani.