Uppskot til broyting í kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski til hoyringar

18. mai. 2021 | Hoyringssvar

Uppskot til broyting í kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski til hoyringar

Viðmerkingar til broytingaruppskot til lúsakunngerð

Havbúnaðarfelagið takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskot til broytingar í lúsakunngerðini, sum varð sent felagnum til ummælis 5. Mai.

Felagið tekur undir við at gera hesar broytingar:

-  At generella lúsamarkvirðið verður 1,0.
-  At eitt lægri lúsamarkvirði á 0,5 verður galdandi í tíðarskeiðnum 1. Mai-31. Juli, tó í tíðarskeiðnum 1. Juni-31. Juli í ár (2021).
-  At um eitt alibrúk hevur tríggjar teljingar á rað, ella fýra teljingar tilsamans í útsetuni, sum eru farnar upp um markvirðið, sum ásett í kunngerðini, verður álagt at slakta fiskin (framskundað útslakt).
-  At freistin fyri at fremja boð um framskundað útslakt verður sett til 2½ mánaða.

Felagið heldur at aðrar uppskotnar broytingar í lúsakunngerðini eiga at verða viðgjørdar meira neyvt og í breiðari høpi, og mælir tí frá at gera ásetingar um hesi viðurskifti í hesum umfari. Felagið fer í heyst at taka stig til eina viðgerð av hesum og øðrum viðurskiftum í sambandi við lúsakunngerðina, og skal ein niðurstøða frá hesum arbeiði fyriliggja primo 2022.