Uppskot til broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)

Hoyringssvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

27. februar. 2024 | Hoyringssvar

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at geva ummæli til broytingaruppskotið.

Felagið tekur undir við endamálinum í uppskotinum, sum er at hækka barsilsútgjaldið, betra um støðuna hjá nýútbúnum, umframt ymsar tekniskar broytingar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tó tvær ítøkiligar viðmerkingar til broytingaruppskotið.

Tann fyrsta viðmerkingin er, at barsilsútgjaldið eigur at verða javnað á hvørjum árið fyri at tryggja, at virðið av útgjaldinum ikki minkar við tíðini. Um útgjaldið ikki verður javnað árliga, verður støðan um nøkur ár sannlíkt tann sama sum í dag, har barsilsútgjaldið ikki stendur mát við lønarlagið í føroyska samfelagnum.

Tann næsta viðmerkingin er, at tað kann verða ein fyrimunir fyri foreldur, um tey fáa møguleika at fáa eitt hægri útgjaldsloft, um tey heldur velja eitt styttri barsilstíðarskeið. T.d. um foreldur velur at fara í barsil í 9 mánaðir heldur enn 12 mánaðir, so verður hámarkið 40.000 kr. um mánaðin. Hetta vil verða ein útreiðsluneutral broyting fyri barsilsskipanina, sum gevur foreldrum størri valmøguleikar.

Í hoyringstilfarinum stendur, at landsstýrið í komandi tingsetu fer at gera fleiri broytingar í barsilslógini. Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir fegið at luttaka í fyrireikandi arbeiðinum. Tað er umráðandi at hava viðkomandi áhugapartar við, tá broytingar verða gjørdar í arbeiðsmarknaðarskipanum, sum hava so stóran týdning fyri okkara virkis- og sáttmálaøki. Hetta vóna vit, at landsstýrið hevur í huga, tá arbeiðið verður sett í gongd.

Vinarliga

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Jórun Gardar

Les uppskotið her

Javntekstur