Ferðavinnufelagið takkar fyri høvið at viðmerkja uppkotið og hevur niðanfyristandandi viðmerkingar.
Uppskotið gevur nógv verri treytir enn í dag
Ferðavinnufelagið heldur, at tað er óheppið, at partur av avlopskravinum hjá Rúsdrekkasølu Landsins verður flutt yvir á loyvishavarar, við at stilla avgjøldina á rúsdrekka so mikið høgt.
Sambært viðmerkingunum til uppskotið verður avlopskravið hjá Rúsdrekkasølu Landsins lækkað. Grundgevingin er, at um loyvt verður privatum feløgum at innflyta rúsdrekka, kunnu hesi fáa ein fíggjarligan fyrimun, tí tey ikki eru fevnd av avlopskravinum, men einans skulu gjalda vanligan toll og punktavgjøld.
Samstundis verða avgjøldini á rúsdrekka sambært kapittuli 22 í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 72 frá 30. apríl 2025, dagførd samsvarandi. Hetta skal tryggja, at uppskotið hvørki ávirkar inntøkurnar hjá landskassansum ella prísstøðið í Rúsdrekkasølu Landsins.
Við uppskotinum verða tí verri treytir settar loyvishavarum, sum keypa rúsdrekka beinleiðis heldur enn gjøgnum Rúsdrekkasølu Landsins. Í slíkum førum veitir Rúsdrekkasøla Landsins onga tænastu – og skal heldur ikki gera tað – men kortini verður ein byrða løgd á loyvishavaran.
Uppskotið hevur sostatt við sær, at loyvishavarar skulu gjalda fyri eina tænastu, sum teir ikki brúka – og tað er sjálvsagt ikki rímiligt.
Ferðavinnufelagið tekur undir við endamálinum í uppskotinum
Felagið tekur tó undir við endamálinum í uppskotinum um at loyva umsøkjarum við skeinkiloyvi at bíleggja og innflyta rúsdrekka beinleiðis heldur enn gjøgnum Rúsdrekkasølu Landsins.
Ferðavinnufelagið hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst fyri, at matstovuvinnan skal hava møguleika at keypa rúsdrekka á vanligum handilsligum grundarlagi. Hetta metir felagið vera ein týðandi og náttúrligan part av arbeiðinum at tryggja góðsku, fjølbroytni og kappingarføri í føroysku matstovuvinnuni.
Felagið fegnast tí um, at Føroya Landsstýri nú tekur stig til at loyva teimum við skeinkiloyvi at innflyta rúsdrekka beinleiðis, tí hetta styrkir innkeypsmøguleikarnar hjá matstovuvinnuni. Verandi skipan hevur ofta víst seg at vera ein óneyðugur fløskuhálsur.
Einki av teimum londunum, vit vanliga samanbera okkum við, hevur eitt sokallað innkeypsmonopol. Tað er heldur ikki neyðugt hjá okkum, og broytingin ávirkar ikki vanligu útsøluna, sum framhaldandi verður rikin av Rúsdrekkasølu Landsins.
Einasta broytingin í mun til verandi skipan er, at vinnufyritøkur fáa størri smidleika.
Samanumtikið heldur Ferðavinnufelagið, at uppskotið er eitt stig rætta vegin fyri at styrkja matstovuvinnuna. Men felagið skilir ikki, hví loyvishavarar framvegis skulu rinda sama gjald sum áður, hóast eingin tænasta longur fylgir við frá Rúsdrekkasølu Landsins.
Sí uppskotið í leinkjunum niðanfyri:
https://www.lmr.fo/fo/kunning/uppskot-til-ummaelis/heimild-til-at-loyva-umsoekjarum-vid-skeinkiloyvi-at-innflyta-rusdrekka