Uppskot til broytingar í ásetingarlógini um skattafrádrátt fyri at langtíðar útleiga bústaðir

08. oktober. 2021 | Hoyringssvar

Uppskot til broytingar í ásetingarlógini um skattafrádrátt fyri at langtíðar útleiga bústaðir

Svar

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fingið til ummælis lógaruppskot um at gera skattafrádráttin fyri húsaleigu á 100.000 kr. varandi.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur ikki undir við at gera frádráttin varandi, men mælir heldur til at leingja henda skattafrádráttin í tvey ár afturat.

Grundgevingin fyri hesum tilmæli er, at bústaðarútleigan eigur at vera vinnuligt virksemi.

Hóast bústaðarútleigan er ein heilt vanlig vinna í grannalondum okkara, so hava vit ikki sæð so nógv til hesa vinnu í Føroyum higartil, men hon byrjar at spíra og fer helst at koma fyri seg í nærmastu framtíð.

Hetta fer at gera føroyska bústaðarmarknaðin munandi øðrvísi og meiri fjøltáttaðan.

Um skattafrádrátturin á 100.000 kr. fyri at leiga út, hjá privat fólki, verður gjørdur varandi, so kann tað darva og seinka menningini av at gera bústaðarútleigan til vinnuveg í Føroyum.

Bráðtørvurin á bústøðum er tó sera stórur í løtuni, og tí heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at tað hevði verið skilagott, at longt skattafrítøkuna á 100.000 kr. í tvey ár afturat , men frádrátturin eigur ikki at verða gjørdur varandi.