Uppskot til broytingar í ferðslulógini

Hoyringssvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

08. januar. 2024 | Hoyringssvar

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri høvið at ummæla uppskot um broytingar í ferðslulógini.


Partur av uppskotinum snýr seg um at hækka gjøldini fyri skoðan av akførum. Talan er um stórar hækkingar í gjøldunum, og tað er í viðmerkingunum ikki víst á, hví tørvur er á so stórum broytingum í gjøldunum. Grundgevingin í viðmerkingunum er, at tað er langt síðani at gjøldini seinast vórðu broytt. Uppskotnu hækkingarnar í gjøldunum liggja millum 18 % og 450 % í mun til verandi gjøld.


Føroya Arbeiðsgevarafelag skal tó vísa á, at Akstovan seinnu mongu árini hevur haft eitt ársúrslit, har útreiðslur og inntøkur hava javnvigað. Tí eigur ikki at vera neyðugt við so stórum hækkingum í gjøldunum til at fíggja verandi virksemi, og spurningurin er so, hvat ætlanin er at nýta øktu inntøkurnar til. Einki stendur um hetta í viðmerkingunum.


Í almennu viðmerkingunum eigur í brotinum um fíggjarligar avleiðingar av uppskotinum at verða nevnt, hvussu nógv samlaðu inntøkurnar hjá Akstovuni væntandi økjast orsakað av gjaldshækkingunum. Í uppskotinum, sum varð sent til ummælis, stendur einans, at Akstovan fær hægri inntøkur av tillagaðu tænastugjøldunum. Tað eigur at bera til at meta nærri um samlaðu inntøkuhækkingina.


Samanumtikið vil Føroya Arbeiðsgevarafelag mæla Fiskimálaráðnum til at endurskoða ætlaðu hækkingarnar í tænastugjøldunum og viðgera nærri, hví tørvur er á at hækka gjøldini, og um tað veruliga er neyðugt at hækka tey so nógv, sum Akstovan hevur ynskt.


Vinarliga
Føroya Arbeiðsgevarafelag


Niels Winther