Ferðavinnufelagið takkar fyri høvið at viðmerkja uppskotið og hevur niðanfyri standandi viðmerkingar.
Ferðavinnufelagið tekur undir við, at treytirnar fyri heimablídni verða lýstar í kunngerð, men heldur, at tørvur er á broytingum í uppskotinum.
Felagið tekur undir við skipanini um heimablídni, sum er eitt týdningarmikið tilboð í ferðavinnuni, tá ið hon verður brúkt sambært reglugerðini, og sum við hesum uppskotinum nú verður lýst í kunngerð.
Felagið hevur áður víst á, at tað er neyðugt at fáa skipanina við heimablídni upp á beint, so hon ikki verður misnýtt til bága fyri ferðavinnufyritøkur. Serliga eru tað matstovur og kaféir í útjaðaranum, umframt virksemi á vetrarmarknaðinum, sum merkja kappingaravlagandi virksemi, tá ið heimablídni verður brúkt uttan fyri sítt ætlaða endamál.
Ferðavinnufelagið heldur tí, at uppskotið eisini eigur at taka støðu til viðurskifti sum eftirlit og skeinkiloyvi.
Eftirlit
Flestu treytirnar fyri heimablídni, sum sambært uppskotinum nú verða settar í kunngerð, hava frammanundan verið at finna í vegleiðingini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Hóast treytirnar longu hava verið galdandi, hevur tað vundið upp á seg, at alt fleiri selja mat heimanífrá - tað verið seg køkur, pitsur, matveiting til tiltøk og annað.
Tað er týdningarmikið at staðfesta, at heimablídni er ikki tað sama sum catering ella skipað matveiting til bólkar ella fyritøkur. Heimablídni fevnir heldur ikki um framleiðslu og sølu av matpakkum og øðrum mati, sum verður selt á Facebook.
Tá ið slíkt virksemi, sum hvørki er lógligt heimablídni ella lógligt matstovuvirksemi, fer fram, eru smáar kaféir, sum bjóða slíkar tænastur, í vanda fyri at missa sítt grundarlag at virka.
Ferðavinnufelagið metir tí, at tað er neyðugt, at eftirlit verður hildið við, um talan er um lógligt virksemi, fyri verja tey, sum fylgja reglunum neyvt.
Skeinkiloyvi
Í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (matstovulógin) er millum annað ásett, at høli, sum verða brúkt til matstovuvirksemi og kafévirksemi, skulu løggildast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Harumframt skulu hesi høli góðkennast av brunamyndugleikunum eftir løgtingslóg um at byggja bygningar o.a. (Byggilógin) og reglum, givnum við heimild í byggilógini, og av kommunalu myndugleikunum eftir reglunum í kunngerð um umhvørvisreglur.
Umframt hesar treytir, sum heimablídni ikki er fevnt av, skal matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi søkja um skeinkiloyvi sambært kunngerð um skeinkiloyvi, hissiniloyvi og virksemi Loyvisnevndarinnar. Fyri hvørt skeinkiloyvi verður latið gjald upp á 10.000 kr., sum fer í landskassan, og sama gjaldið verður goldið, tá ið loyvið verður endurnýggjað.
Fyri at tryggja eina javna kapping í vinnuni heldur Ferðavinnufelagið, at treytirnar fyri skeinkiloyvi eiga at verða endurskoðaðar. Felagið setur harumframt spurnartekn við gjaldið upp á 10.000 kr. fyri endurnýggjan av loyvum og heldur, at hetta í minsta lagi eigur at verða avtikið. Í øðrum føri eigur tað at endurskoðast, at javnseta tey sum skeinkja, við at seta treytir til skeinkiloyvi fyri øll.