Uppskot til Kunngerð um broyting í kunngerð um bygningar fólkakirkjunnar

Hoyringarsvar frá Ráðgevarafelagnum

24. oktober. 2025 | Hoyringssvar

Í samband við at Almanna- og mentamálaráðið hevur sent uppskotið til kunngerð um broyting í kunngerð um bygningar fólkakirkjunnar til hoyringar, loyvir Ráðgevarafelagið sær at koma við niðanfyristandandi viðmerking til uppskotið.

Ráðgevarafelagið hevur eina viðmerking til pkt. 8 í uppskotinum, ið snýr seg um arkitektahjálp. Pkt. 8 í uppskotinum leggur upp til, at grein 12 í kunngerðini framyvir skal vera soljóðandi:

§ 12. Størri arbeiðir við eini kirkju skulu projekterast og verða gjørd undir leiðslu av einum arkitekti ella øðrum fakligum byggikønum við gjølligum kunnleika til kirkjubygningar.

Í grundgevingini til nýggja ískoyti til grein 12 stendur, at orðingin verður sett inn fyri at víðka um útboðið av ráðgeving í sambandi við arbeiðir við eini kirkju.

Ráðgevarafelagið umboðar ráðgevarar í føroysku byggivinnuni. Í felagnum eru 26 limir, sum í alt hava millum 150 til 200 fólk í starvi.

Ráðgevarafelagið er av tí áskoðan, at hettar mál er sera álvarsamt, har stórur partur av okkara virðismikla mentanararvi stendur uppá spæl. Tá tað viðvíkur arbeiðir við okkara kirkjum, so er tað av alstórum týdningi, at ein javnvág verður funnin millum hvussu skjótt farast kann fram og hvussu arbeiðið kann gerast skynsamt av skikkaðum fakfólkið. Ráðgevarafelagið er samstundis av tí áskoðan, at øll tey mongu fólkini, ið bæði brúka kirkjurnar og leggja stóra orku í ólønt kirkjuligt arbeiði kring alt landið, eiga at hava virðiligar karmar at vera í, sum samstundis nøkta nútíðar tørv.

Ein fortreyt fyri hesum er, at útbyggingar og broytingar vera gjørdar skynsamt av skikkaðum fakfólki innan økið. Sum Ráðgevarafelagið skilur tað, so botnar ein stórur partur av ónøgdseminum viðvíkjandi hesum í, at tað tekur órímiliga langa tíð at fáa mong av hesum málunum avgreidd og góðkend hjá ymisku myndugleikunum, har tað í minni mun snýr seg um manglandi útboð av fakfólki í arkitektavinnuni. Tí kundi ein meira skipað mannagongd ísv. góðkenningar við fyrimuni verið eftirhugd, fyri at skunda undir viðgerðina.

Ráðgevarafelagið dugir ikki í verandi løtu at síggja, at tað er neyðugt at víðka um útboðið av fakfólki. Sambært veitingarskránni hjá Ráðgevarafelagnum, so eru tað í dag 11 arkitektafyritøkur í Føroyum, ið bjóða seg fram til slíka bygging. Samanborið við aðrar vinnur, so er hetta ikki ein trupulleiki, tvørturímóti. Um nakað, so eiga vit at miðsavna vitanina um, hvussu vit handfara okkara mentanararv. Klára fatanin hjá Ráðgevarafelagnum er, at hetta framhaldandi skal gerast innan arkitektafakið. Uppskotið leggur tó upp til at ein og hvør, sum rópar seg ’byggikønan’ kann standa fyri hesum uppgávum. Ein og hvør, hvørs fakliga yrki er innanfyri bygging, kann bjóða seg fram. Hetta metir Ráðgevarafelagi vera sera óheppi og kann vera til óbótaligan skaða fyri okkara mest dýrabara mentanararv.

Ráðgevarafelagið mælir staðiliga frá at slaka við førleikakrøvunum viðv. tílíkum arbeiðnum, og mælir hinvegin til at orðingin verður styrkt. Ráðgevarafelagið skjýtir tí upp, at ískoytta orðingin verður broytt til

“[..]arkitekti við skjalprógvaðum førleikum og kunnleika til kirkjubygningar”

Soleiðis at grein 12 frameftir verður soljóðandi:

§ 12. Størri arbeiðir við eini kirkju skulu projekterast og verða gjørd undir leiðslu av einum arkitekti við skjalprógvaðum førleikum og kunnleika til kirkjubygningar.

Alment er at siga, at Ráðgevarafelagið stuðlar undir og arbeiðir fyri, at byggiarbeiðir verða projekterað og eru undir leiðslu av fólki við førleikum. Ráðgevarafelagið er eisini av tí áskoðan, at okkara kirkjubygningar, okkara mentunararvur, skal verða umsitin á ein skilagóðan hátt, har tað fakliga hevur hægstu raðfesting. Í staðin fyri at slaka í førleikakrøvunum eiga vit heldur at halda fast í teimum og í felag leggja okkum eftir at gera mannagongdirnar í samband við hesi arbeiðir, so tey kunnu gerast smidligari og skjótari.

Ráðgevarafelagið vónar at Almanna- og Mentamálaráðið tekur okkara áheitan í álvara og broytir orðingina í §12 sum Ráðgevarafelagið mælir til, heldur enn at slaka í førleikakrøvunum.

Les uppskotið her