Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um lønarendurgjald og ferðaendurgjald

Hoyringarsvar frá Føroya Hansverksmeistarafelag

Føroya Handverksmeistarafelag 13. mai. 2025 | Hoyringssvar | Handverk og ídnaður

Les uppskotið her

Føroya Handverksmeistarafelag takkar fyri høvið at gera viðmerkingar til broytingina, sum minkar lønarendurgjaldið til lærumeistarar, tá ið lærlingar eru í skúlagongd. Hetta er aðru ferð, at felagið kemur við viðmerkingum til broytingina í lønarendurgjaldinum, og tíverri mugu vit endurtaka okkara vónbrot.


Tað vekir stóra undran, at trípartaavtalan um yrkisútbúgvingar, sum varð gjørd í 2019, aftur verður sett til viks. Felagið sær eina gongd, har landsstýrið velur at hald fast við tey átøk, sum tæna tí almenna best, meðan onnur, sum eru til frama fyri vinnuna og lærlingarnar, verða slept. Hetta undirgrevur álitið á slíkar semjur.


Lærlingar eru ein týdningarmikil íløga í samfelagið og framtíðina. Talan er um ung fólk, sum velja at taka eina yrkisútbúgving og leggja sína lívsleið í hendurnar á føroyskum fyritøkum. Hesi ungu eru eisini tey, sum velja at verða verandi í Føroyum og harvið tryggja framtíðar arbeiðsmegi. Við hesi lógarbroyting verður fíggjarliga trýstið á læruplássini økt, hóast júst hesar fyritøkur longu bera ábygdina av at menna komandi ættarliðini í handverki og yrki.


Hevði lógarbroytingin verið liður í einum samlaðum átaki fyri at styrkja og menna lærlingaútbúgvingarnar, kundi felagið skilt hana sum eitt stig á rættari kós. Men hetta sæst ikki. Tvørturímóti liggja eitt ótal av tilmælum frá Yrkisútbúgvingarráðnum óviðgjørd í skuffuni hjá landsstýrismanninum – hóast tørvur er á átøkum og betringum.

Føroya Handverksmeistarafelag heitir tí enn eina ferð á Barna- og útbúgvingarmálaráðið um at taka størri ábyrgd av yrkisútbúgvingunum í Føroyum, men ikki minst um at virða tær semjur, sum eru gjørdar við vinnuna. Felagið heitir á landsstýrismannin um at taka tilmælini, sum longu eru gjørd, fram og at fara til verka.


Sí eisini hoyringarsvar, sum Føroya Handverksmeistarafelag lat inn í 2023 í sambandi við somu lógarbroyting, her.