Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um niðurberjing og eftirlit við ILA til hoyringar

Hoyringssvar frá Havbúnaðarfelagnum

Havbúnaðarfelagið 24. februar. 2026 | Hoyringssvar

Havbúnaðarfelagið takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið um broyting í kunngerð um niðurberjing og eftirlit við ILA.

Felagið fegnast um, at uppskotið leggur upp til at stytta brakkleggingartíðina, og tekur fult undir við hesi broyting. Hetta er eitt jaligt og neyðugt stig, sum samsvarar við ta fakligu og tøkniligu menning, ið hevur verið innan smittufyribyrging og yvirvøku seinastu árini.

Havbúnaðarfelagið má tó staðfesta, at uppskotna broytingin ikki er nóg mikið til at tryggja eina skipan, sum er bæði fakliga væl grundað og vinnuliga skynsom.

Tørvur á endurskoðan av § 28, stk. 4
Felagið hevur í fleiri umførum seinastu árini – millum annað í skrivum dagfest 8. juli 2024 og 11. desember 2025 – víst á avgerandi tørvin á at broyta § 28, stk. 4 í kunngerðini. Ásetingin áleggur í dag, at fiskaeindir, har ILA ikki er staðfest við regluligari kanning sambært § 20, skulu verða burturbeindar ella slátraðar í seinasta lagi tveir mánaðir eftir, at ILA er staðfest í viðkomandi alibrúki.

Hetta merkir í praksis, at eitt heilt aliøki skal verða tømt fyri fiski – eisini har eingin klinisk ella greinað staðfesting er av ILA í teimum einstøku eindunum.

Havbúnaðarfelagið tekur sjálvandi undir við, at sjúkur og smitturaktur fiskur skal burturbeinast eftir §28 stk. 3. Tað er ein fortreyt fyri at varðveita eitt gott sjúku- og heilsustøði í vinnuni. Men at krevja, at frískur fiskur – har ILA ikki er staðfest – skal slátrast ella burturbeinast, er ein alt ov víðgongd og óproportionel áseting.

Soleiðis sum reglurnar eru orðaðar í dag, kunnu tær fáa sera álvarsligar – í summum førum katastrofalar – fíggjarligar og rakstrarligar avleiðingar, og serliga fyri minnu feløgini í vinnuni kann eitt tílíkt krav hótta sjálvt rakstrargrundarlagið hjá feløgunum í rúma tíð.

Havbúnaðarfelagið kann tí ikki góðtaka eina skipan, har heil alibrúk kunnu verða tømd, hóast fiskurin ikki er staðfestur sjúkur.

Havbúnaðarfelagið mælir tí enn einaferð til, at § 28, stk. 4 verður endurskoðað, soleiðis at kravið um burturbeining og slátran einans fevnir um tær fiskaeindir, har ILA er staðfest. Í staðin kann verða sett krav um herda og málrættaða yvirvøku í teimum eindum, har sjúkan ikki er staðfest, við tí endamáli at tryggja fulla smittufyribyrging.

Avgerandi týdningur av broyting í § 28, stk. 7
Velur ráðið kortini at varðveita verandi skipan í § 28, stk. 4, hevur tað avgerandi týdning at § 28, stk. 7 verður broytt soleiðis, at tíðarfreistin á ein mánað, sum landsdjóralæknin kann geva undantak fyri – um hetta verður mett heilsufrøðiliga trygt og ráðiligt – verður tikin burtur.

Sambært galdandi reglum kann landsdjóralæknin í dag geva undantak í ein mánað. Havbúnaðarfelagið metir, at henda tíðaravmarking er ov stív og ikki gevur neyðuga rúmd fyri eini ítøkiligari, fakliga og heilsufrøðiliga grundaðari meting í hvørjum einstøkum føri. Hetta hevur felagið áður gjørt vart við.

Í dag er munandi meiri vitan um ILA, smittuspjaðing og váðastýring enn tá verandi skipan varð sett í gildi.
Havbúnaðarfelagið metir tí, at ráðið eigur at hava álit á, at landsdjóralæknin hevur neyðugu fakligu førleikarnar at gera eina ítøkiliga váðameting í hvørjum einstøkum føri og taka avgerðir, sum eru heilsufrøðiliga ráðiligar. Við tað at útbrotini av ILA í Føroyum eru fá, má eisini roknast við, at myndugleikarnir hava bæði førleika og neyðuga orku til at handfara hesi mál.

Havbúnaðarfelagið mælir tí til, at ásetingin verður orðað soleiðis, at landsdjóralæknin – um hetta verður mett heilsufrøðiliga ráðiligt – kann geva undantak heilt fram til vanliga tøku av fiskinum. Ein slík skipan vil tryggja, at heilsufrøðiligu atlitini framvegis viga tyngst, samstundis sum neyðugur fleksibilitetur verður givin í teimum førum, har eingin staðfest smitta er í viðkomandi fiskaeindum.

Havbúnaðarfelagið skal at enda minna á, at landsdjóralæknin áður hevur givið vinnuni lyfti um at bjóða inn til fund um hetta mál. Ein slík fundarinnbjóðing er tó ikki komin enn. Felagið bíðar framvegis eftir at fáa høvi at viðgera málið saman við myndugleikunum og væntar, at hetta verður raðfest.

Les uppskortið her