Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um økisnøvn til hoyringar

17. november. 2023 | Hoyringssvar

Les uppskotið her

Hoyringssvar frá KT-felagnum og Samskifti:

Svar frá KT-felagnum:
KT-felagið hevur fingið uppskot til broyting í kunngerð um broyting í kunngerð um internetøkisnavnið .fo til hoyringar. Felagið hevur ikki nakra viðmerking til, at kravið um at fylgja ISO-góðkenninginu verður útsett eitt hálvt ár, so leingi økið verður grannskoðað og fær átekning uttan fyrivarni.

Svar frá Samskifti:
Samskfti hevur fingið til hoyringar uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um internetøkisnavn.fo.
Samskifti hevur ongar viðmerkingar til uppskotið.