Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum

14. juni. 2023 | Hoyringssvar

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tann 17. mai 2023 fingið uppskot til broyting í kunngerð um fiskavirkisskipanina til hoyringar. Felagið hevur hesar viðmerkingar til broytingaruppskotið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur áður gjørt vart við, at fiskavirkisskipanin er ein ósunn skipan, serliga tí starvsfólk hjá fiskavirkjum verða bundin at einum ávísum arbeiðsgevara hóast átrokandi tørvur er á starvsfólkum hjá øðrum arbeiðsgevarum. Starvsfólk í fiskavirkisskipanini fáa stuðul til at ganga heima, tá lítið er at gera á virkinum, hóast tey kundu arbeitt fulla tíð, um tey fingu møguleika til heilt ella partvís at arbeiða hjá øðrum arbeiðsgevara. Fiskavirkisskipanin er sostatt við til at halda starvsfólkum føstum á ávísum virkjum, sum ikki kunnu bjóða teimum eina fulla arbeiðsviku og hetta er ikki skynsamt. Harumframt verður kappingin millum arbeiðsgevararnar um starvsfólkini skeiklað.

Broytingaruppskotið er sett fram av einum samdum ALS stýri, og broytingin er hóast alt ein broyting rætta vegin við at seta eitt aktivitetskrav til at varðveita tilknýtið til skipanina. Tí tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við hesum uppskotinum.

Felagið hevur tó nakrar ítøkiligar viðmerkingar ella spurningar. Tað er ikki greitt, hvør stýrir teimum 16 tímunum yvir eitt fýra viku skeið. Hvør hevur ábyrgdina av at skráseta tímarnar, og hvør koyrir fólkini úr fiskavirkisskipanini, tá tey ikki hava arbeitt 16 tímar? Hvussu verða starvsfólk og virkir kunnað? Fær virkið t.d. eitt skriv um, at nú eru fólkini dottin úr skipanini?

Arbeiðsgevarar hava harumframt víst á, at talan kann verða um meira umsiting hjá fyritøkuni, eftir at hesar broytingar eru framdar.

Vinarliga

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Jórun Gardar­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­