Vinnuhúsið takkar fyri møguleikan at gera viðmerkingar til hesi uppskot, sum eru komin til hoyringar frá Fíggjarmálaráðnum:
- Uppskot til kunngerð um fráboðanarskyldu hjá veitarum av kryptoognartænastum
- Uppskot til kunngerð um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin
Fíggjarmálaráðið sendi onga frágreiðing við um endamálið við at seta kunngerðirnar í gildi. Við at kanna málið nærri er undirritaða komin fram til, at uppskotini til kunngerðir hava við broytingar í skattalógini, sum vóru samtyktar í Løgtinginum í seinastu tingsetu, at gera: (LM-097/2025 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (CRS og CARF–globalir standardar fyri umbýti av fíggjarligum upplýsingum millum skattamyndugleikar)
Viðv. uppskot til kunngerð um fráboðanarskyldu hjá veitarum av kryptoognartænastum
Vinnuhúsið hevur ongar viðmerkingar til sjálvt innihaldið í uppskotinum til kunngerð um fráboðanarskyldu hjá veitarum av kryptoognartænastum. Tó skal vera víst á, at uppskotið eigur at verða rættlisið.
Eitt nú verður hugtakið “kryptoognartænasta” og “kryptoaktivtænasta” nýtt um tað sama, og hugtakið “krytoognarbrúkari” og “kryptoaktivbrúkari” nýtt um tað sama.
Viðv. uppskot til kunngerð um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin
Uppskotið kemur í gildi ístaðin fyri galdandi kunngerð frá 2016, sum hevur sama heitið, og í vanligari talu verður nevnd “CRS-kunngerðin”.
Talan er um drúgt lógarverk, og tí hevði tað verið gott, um ein javntekstur fylgdi við, tá uppskotið varð sent til hoyringar. Á tann hátt hevði tað verið lættari hjá hoyringarpørtunum at sæð, hvørjar ítøkilig broytingarnar eru í mun til galdandi kunngerð.
Viðvíkjandi gildiskomu er í § 123, stk. 1 í uppskotinum ásett, at kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og sambært § 123, stk. 2 í uppskotinum hevur kunngerðin virknað fyri fráboðan viðvíkjandi álmannakkaárinum 2026. Vinnuhúsið hevur sett seg í samband við Felagið Peningastovnar fyri at vita, hvørjar viðmerkingar felagið hevur til uppskotið. Felagið vísti m.a. á, at tað er óheppið, at kunngerðin hevur virknað fyri fráboðan viðvíkjandi álmannakkaárinum 2026, tí tað er trupult at staðfesta, hvørja ávirkan broytingarnar hava. Vinnuhúsið tekur undir við viðmerkingini frá Felagnum Peningastovnar.
Vinnuhúsið vil í hesum sambandi eisini vísa á, at tað í kap. 2.1 í viðmerkingunum til lógaruppskotið LM-097/2025 stendur, at uppskotið hevur við sær, at KT-skipanirnar hjá TAKS mugu tillagast og víðarimennast fyri at kunna innheinta ella umbýta CARF-upplýsingar og CRS-Addendum-upplýsingar. Tí er viðkomandi at spyrja, um skipanin hjá TAKS er tillagað og ment soleiðis, at hon er klár til nýggju lóggávuna, sum eftir uppskotinum til kunngerð kemur í gildi beinanvegin og skal vera galdandi fyri fráboðan viðvíkjandi álmannakkaárinum 2026?
Uppskot til Kunngerð um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin
Uppskot til Kunngerð um fráboðanarskyldu hjá veitarum av kryptoognartænastum