Uppskot til kunngerð um gildiskomu av reglum í løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin) til hoyringar)

Hoyringarsvar frá Vinnuhúsinum

19. oktober. 2026 | Hoyringssvar

Vinnuhúsið takkar fyri møguleikan at gera viðmerkingar til málið.

Uppskotið til kunngerð snýr seg um at seta § 14 a í hvítvasklógini í gildi tann 1. januar 2027. Samanumtikið ivast Vinnuhúsið í hesum hoyringssvarinum í, um kunngerðin er búgvin at lýsa. Greitt verður nærri frá hesum niðanfyri.

Endamálið við ásetingini í § 14 a í hvítvasklógini er at styðja uppundir, at upplýsingar um veruligar eigarar í eigarskránni, sum Skráseting Føroya umsitur, eru rættar. Ásetingin er neyðug fyri at lúka krøvini í 4. og 5. hvítvaskdirektivunum hjá ES, har krav er um, at skipanir verða settar í verk, sum skulu tryggja, at upplýsingar um veruligar eigarar eru hóskandi, neyvar og dagførdar í eigaraskránni.

Sambært § 14 a í hvítvasklógini verður álagt fyritøkum og persónum, ið eru fevnd av skylduni at gera kundakunnleikamannagongdir sambært hvítvasklógini, at boða Skráseting Føroya frá, um tey verða varug við, at tað, ið er skrásett í eigaraskránni hjá Skráseting Føroya, ikki er í samsvar við tað, ið er skrásett hjá fyritøkunum og persónunum. Álagt verður eisini viðkomandi myndugleikum at lata Skráseting Føroya slíka fráboðan.

Ásetingin í § 14 a í hvítvasklógini varð samtykt í Løgtinginum á vári 2023 – løgtingsmál nr. 092/2022, og fekk landsstýrismaðurin heimild til at seta ásetingina í gildi við kunngerð. Orsøkin til hetta var, at teknisk viðurskifti viðvíkjandi eigaraskránni hjá Skráseting Føroya skuldu fáast uppá pláss, áðrenn skyldan sambært § 14 a kom í gildi. Harafturat skuldi nærri reglur ásetast í einari kunngerð við heimild í § 14 a, stk. 3 fyri at skipanin skuldi virka eftir ætlan.

Vinnuhúsinum kunnugt hevur einki uppskot til kunngerð við heimild í § 14 a, stk. 3 enn verið til hoyringar.

Vinnuhúsið setur tí spurning við, um § 14 a í hvítvasklógini kann verða sett í gildi, áðrenn ein kunngerð er fyrireikað og lýst til at koma í gildi samstundis sum ásetingin í § 14 a. Harafturat verður settur spurningur við, um skipanin hjá Skráseting Føroya tøkniliga er klár til at taka ímóti teimum fráboðanunum, sum persónar, fyritøkur og myndugleikar hava skyldu til at senda inn sambært § 14 a.

Víst skal vera á, at tað í § 15 a í hvidvaskloven somuleiðis er ein heimild til, at Skráseting Føroya kann áseta nærri reglur um, hvussu tann tekniski parturin av fráboðanarskylduni verður lokin. Harvið er heimildin at áseta nærri reglur um hesi viðurskifti løgd til føroyskar myndugleikar eisini á øki, sum ikki er yvirtikið.

Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki komin uppá pláss, heldur Vinnuhúsið tað vera heldur ivasamt, um málið um ígildissetan av § 14 a í hvítvasklógini er liðugt fyrireikað og búgvið, sum tað fyriliggur beint nú, til ígildissetan 1. januar 2027. Heitt verður tí á Vinnumálaráðið um at tryggja, at málið verður liðugt fyrireikað, áðrenn § 14 a verður sett í gildi.

Les uppskotið her