Uppskot til kunngerð um gjøld fyri eftirlit sambært løgtingslóg um mát og vekt

31. august. 2023 | Hoyringssvar

Vinnuhúsið takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til kunngerð um gjøld fyri eftirlit sambært løgtingslóg um mát og vekt.

Sum Vinnuhúsið skilur er einans talan um at áseta verandi gjøld, sum higartil hava verið ásett í einum príslista, í einari kunngerð, og at innihaldsligar broytingar ikki eru í gjøldunum. Til hetta hevur Vinnuhúsið einki at viðmerkja.

Tó verður í teldupostinum, sum sendi kunngerðaruppskotið til hoyringar eisini skrivað, at framyvir verður væntandi neyðugt at prísjavna kostnaðin við uml. 5% um árið, tí at kostnaðurin av avtaluni við Force verður prísjavnað við 2% umframt at lønirnar hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum hækka. Vinnuhúsið skilur ikki hvussu UVMR kemur fram til at neyðugt skal vera at hækka útreiðslurnar 5% um árið. Príshækkingin í samstarvsavtaluni hjá Force Technology er 2%, og vanliga liggja lønarhækkingar væl undir 5% um árið. Tí eigur árliga kostnaðarøkingin at vera væl undir 5%.

Sum UVMR eisini í teldupostinum vísur á, eru gjøldini frammanundan hægri í Føroyum enn í Danmark, og tað er tí umráðandi at ráðið hevur eftirlit við, at gjøldini ikki hækka meira enn neyðugt.