Uppskot til kunngerð um hydrogenperioxid

Hoyringarsvar frá Havbúnaðarfelagnum

Havbúnaðarfelagið 14. august. 2025 | Hoyringssvar

Víst verður til uppskot til kunngerð um hydrogenperoxid, sum varð sent Havbúnaðarfelagnum til ummælis.

Heilsumálaráðið skjýtur upp, at søla av hydrogenperoxid sterkari enn 20%, sum verður nýtt til viðgerð í sambandi við aling á sjónum, kemur undir reglurnar í heilivágslógini, og kann bert útflýggjast frá apoteki og bert seljast við resept frá djóralækna. Sostatt fær apotekið framhaldandi einkarrætt til at selja hydrogenperoxid sterkari enn 20% til alivinnuna.

Havbúnaðarfelagið heldur, at skipanin fyri sølu til alivinnuna eigur at verða grundleggjandi broytt. Einkarrætturin hjá apotekinum at selja ávísan heilivág og aðrar vørur sum eitt nú hydrogenperoxid til alivinnuna eigur at verða tikin av, tí hann tænir ongum skilagóðum endamáli. Hagtøl fytri innflutning og nýtslu kunnu fáast til vega, eisini tá talan ikki er um monopol.


Í staðin eiga góðkendir innflytarar at sleppa at keypa ávísar vørur frá góðkendum veitarum, eins og alivinnan ger í grannalondunum.


Í øðrum alitjóðum um okkara leiðir, eitt nú í Noregi og Skotlandi, kunnu alifyritøkur keypa hydrogenperoxid og ávísan heilivág beinleiðis frá góðkendum veitarum. Fyri at styrkja kappingarførið hjá føroysku alivinnuni eigur sama skipan at verða galdandi í Føroyum. Um tað ber til í øðrum londum, eigur tað eisini at bera til í Føroyum.
Tá Hydrogenperoxid (og aðrar vørur, sum eitt nú koppingarevni til laks) undir verandi einahandli koma til landið, er apotekið bert ein millumliður, har alifyritøkur kunnu heinta vøruna ella fáa vøruna senda frá. Um evnið skal nýtast til at viðgerða fisk, er tað ein djóralækni, sum tekur støðu til tað.


Apotekið hevur sostatt í flestu førum ongan leiklut í framleiðsluni ella nýtsluni, og tá gevur tað onga meining at apotekið skal hava einkarrætt at selja tað. Tað er bara ein fordýrandi millumliður, sum viknar um kappingarførið hjá alivinnuni. Ein prísmunur uppá 30-40% millum prísin í Noregi og prísin í Føroyum er rættiliga vanligur fyri sambærligar nøgdir.

Havbúnaðarfelagið metir, at henda almenna reguleringin hevur skaðilig árin á kappingina, forðar fyri eini fulldyggari samfelagsligari tilfeingisnýtslu, og hevur skaðiliga árin á kappingførið.


Havbúnaðarfelagið skjýtur tí upp, at ein arbeiðsbólkur við umboðum frá tí almenna og frá alivinnuni skjótast gjørligt verður settur at gera uppskot til eina nýggja skipan við íblástri frá grannalondunum.

Les uppskotið her