Í uppskotinum til kunngerð, sum er sent Reiðarafelagnum fyri handilsskip til hoyringar, verður lagt upp til, at galdandi kunngerð nr. 153 frá 21. desember 2012 um loðsing, gjøld o.a. fer úr gildi, og at ein nýggj kunngerðin kemur í gildi ístaðin.
Tá uppskotið til kunngerð verður samanborið við galdandi kunngerð sæst, at talan ikki er um grundleggjandi broytingar í teirri skipan, sum longu er galdandi í dag.
Broytingarnar, sum lagt verður upp til við uppskotinum til nýggja kunngerð, eru:
- At gjøldini fyri loðsing fara upp (§ 11 í uppskotinum).
- At eitt nýtt kapittul verður ásett, sum snýr seg um reglur fyri loðsstøðir, heruppií um eftirlit, gjald fyri eftirlit og um trygging (§§ 18-20 í uppskotinum).
Reiðarafelagið fyri handilsskip hevur hesar viðmerkingarnar til uppskotið:
Til § 11 í uppskotinum:
At gjøldini fyri loðsing fara upp hevur við sær, at tað verður dýrari at reka vinnu í Føroyum. Reiðarí, sum hava loðsskyldug skip, ið koma í havn í Føroyum, og ikki hava loðsfrítøku, skulu frameftir rinda hægri loðsgjøld. Hetta kann hugsast at viðføra, at kostnaðurin á teimum vørum og tænastum, sum skipini veita her í Føroyum, fer upp.
Til §§ 18-20 í uppskotinum:
Í dag eru tvær kunngerðir í gildi við heimild í løgtingslóg um havnaloðsing. Talan er um kunngerð nr. 152 frá 18. desember 2012 um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal v.m., sum broytt við kunngerð nr. 26 frá 23. apríl 2013 og um kunngerð nr. 153 frá 21. desember 2012 um loðsing, gjøld o.a., sum sambært uppskotinum fer at verða sett úr gildi.
Hesar báðar kunngerðirnar áseta saman við løgtingslógini karmarnar fyri galdandi loðsskipan.
Í kapittul 4, 5 og 6 í kunngerð nr. 152 eru longu reglur um eftirlit við loðsstøðum, gjald fyri eftirlit og um trygging. Eisini eru revsireglur ásettar fyri loðsstøðir, sum ikki yvirhalda sínar skyldur sambært ásetingum í nevndu kapitlum í kunngerðini.
Sostatt verður við uppskotinum lagt upp til, at somu viðurskifti nú verða regulerað í tveimum ymiskum kunngerðum við heimild í løgtingslóg um havnaloðsing.
Tað verður mett ikki at vera góður lóggávusiður, at tað verða ásettar reglur um júst somu viðurskifti í tveimum ymiskum kunngerðum. Mett verður, at hetta kann elva til misskiljingar fyri tey, sum eru fevnd av reglunum, og tey, sum skulu umsita reglurnar.
Mælt verður tí til, at reglur um hesi viðurskifti, eins og í dag, frameftir bara verða í aðrari kunngerðini.
Um nevndu ásetingar, sum í dag eru í kapittul 4, 5, og 6 í kunngerð nr. 152, frameftir skulu vera í kunngerðini, sum nú er úti til hoyringar, so eigur heimildarásetingini í uppskotinum til kunngerð at verða broytt, tí tað eigur tá at verða víst til § 14 (um eftirlit) og § 16 (um gjald) í løgtingslógini. Um somu reglur, sum í dag, frameftir skulu vera revsiálagdar, so skal tað eisini í heimildarásetingini verða víst til § 19, stk. 4 í løgtingslógini.