Uppskot til kunngerð um loðsing, gjøld o.a.

Hoyringarsvar frá Sjóvinnufelagnum

Sjóvinnufelagið 04. november. 2025 | Hoyringssvar

Sjóvinnufelagið takkar fyri møguleikan at gera viðmerkingar til uppskotið til kunngerð um loðsing, gjøld o.a..

Broytingarnar, sum lagt verður upp til við uppskotinum hækka munandi um gjøldini fyri loðsing í føroysku havnunum. Sjóvinnufelagið má tí staðfesta, at uppskotnu broytingarnar enn einaferð gera tað dýrari at reka vinnu í Føroyum.

Sjóvinnufelagið vil vísa á, at ein so stór hækking sum skotið verður upp, væntandi fær neiligar avleiðingar fyri vinnuna, tí hon ger virksemið dýrari og minkar harvið um kappingarførið hjá føroyskum tænastuveitarum í altjóða høpi. Hetta kann í longdini hava neiligar fylgjur um minni virksemi verður í føroysku havnunum kring landið.

Sjóvinnufelagið vil harumframt minna á, at politisku myndugleikarnir javnan hava víst á, at Føroyar skal gerast ein maritimur tænastumiðdepil. Í tí sambandi átti heldur at verið arbeitt fyri betri og meir kappingarførum karmum fyri vinnuna – ikki øktum gjøldum og meir regulering.

Felagið heitir á myndugleikarnar um at endurmeta uppskotið og heldur tryggja, at loðsing og aðrar tænastuveitingar kunnu virka undir betri treytum, sum stuðla undir menningini av einum sterkum føroyskum sjóvinnuligum miðdepli.

Les uppskotið her