Uppskot til kunngerð um óljóð frá skipum við bryggju til ummælis

15. januar. 2021 | Ársfrágreiðing | Sáttmálasamráðingar

Uppskot til kunngerð um óljóð frá skipum við bryggju

Svar frá Oljuvinnufelagnum niðanfyri

Svar frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip

Víst verður til skriv frá 4. desember 2020, har uppskot til kunngerð um óljóð frá skipum við bryggju verður sent til hoyringar.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH) tekur undir við yvirskipaða endamálinum um at minka um ampa og skaðilig árin, sum óljóð frá skipum hevur á fólk, sum búgva nærindis havnarløgum. Avgerandi spurningurin er tó, hvussu hetta skal gerast, og hvør hevur ábyrgdina av at tryggja hesi viðurskifti.

RFH hevur viðgjørt uppskotið, og felagið hevur hesar viðmerkingar.

Handilsskip eru undir strangari altjóða regulering, og støða felagsins er, at tað er altíð óheppið við serligum nationalum reglum. Við hesum uppskotinum kemur skipavinnan undir strangari reglur, sum kunnu hava neiligar avleiðingar fyri vinnuna.

Tað er av alstórum týdningi, at verandi virksemi ikki verður tarnað ella avmarkað av hesi kunngerð. Í Føroyum innflyta vit nærum allar brúksvørur, og vit útflyta nærum alla framleiðslu. Til tess krevst eitt gott flutningskervi. Harumframt eru vit ein sjóvinnutjóð, og havnavirksemi er ein grundleggjandi fortreyt fyri føroyska vinnu, búskap og menning.

Kunngerðin sigur, at tað lágfrekventa óljóðið frá skipum við bryggju, mátað innandura í bústaðarbygningum, bústovnum og sjúkrahúsum, skal ikki fara upp um markvirðini í skjali 1. Tó er óvist, hvat hesi markvirði í veruleikanum merkja í mun til verandi virksemi. Hvørki reiðarí ella myndugleikar kenna ljóðstøði frá skipum á havnunum kring landið í dag. Tí ber ikki til at siga, um ásettu markvirðini liggja oman- ella niðanfyri ljóðstøði við havnir í dag, og um avleiðingin kann verða, at partur av flotanum fer at bróta ásettu mørkini. Hetta verður ikki mett at vera skynsamt.

Spurnartekin kann eisini setast við, hví júst hesi markvirði eru ásett? Somuleiðis tykist mannagongdin í sambandi við mátingar at verða ov lítið ítøkilig og tilvildarlig.

Spurningurin er, um óljóð frá skipum við bryggju er ein generellur trupulleiki, ella um óljóð er avmarkað til ávís skip og/ella øki. Er tað seinna galdandi, kundi loysnin heldur verið at handfarið trupulleikan á staðnum heldur enn at gera yvirskipaðar reglur, áðrenn vit kenna avleiðingarnar av uppskotinum frammanundan.

Vinnan hevur hvørki møguleika at fyrihalda seg til ella at fyrireika seg uppá nýggju reglurnar, tí sum sagt kennir ongin ljóðstøðið í dag. Markvirðini verða kannað á landi og ikki umborð. Hetta ger, at reiðarí ongan møguleika hava at kanna teirra støðu í mun til hetta uppskotið. Av somu orsøk er eisini ómøguligt at fyrireika seg til nýggju reglurnar. Spurningurin er eisini, hvussu skip skulu fyrihalda seg, um ljóðstøðið er omanfyri reglurnar.

Bygdir og býir í Føroyum eru staðsett kring havnarløg, og havnir skapa arbeiði og menning í  samfelagnum. Hetta eigur at verða eitt atlit í uppskotinum, soleiðis at innanfyri ávís mørk kring havnir er tolsemi størri, og mátingar einans verða framdar við ávísari frástøðu frá havnunum. Øllum kunnugt eru mátingarúrslitini m.a. knýtt at fjarstøðu, ætt og øðrum óljóði, og tí verða mátingarúrslitini ymisk, alt eftir hvar mátað verður. Uppskotið sigur somuleiðis, at mátingar kunnu verða gjørdar heima hjá fólki. Aftur her verður úrslitið knýtt at øðrum viðurskiftum, harmillum slag av húsi og byggitilfari. Kunngerðin nevnir onki um minimumskrøv fyri bygningar, isoleringar o.l. fyri at fyribyrgja óljóði frá skipum.

Nógv skip sigla eftir fastari tíðarætlan, og tey hava lutfalsliga stuttar steðgir í havnunum. Seinkingar kunnu tó merkja, at skip eru noydd at avskipa um náttina, og hetta má verða gjørligt. RFH mælir tí til, at skip, sum hava stuttan steðg í havnum, ikki eru fevnd av hesi kunngerð.

Okkum kunnugt eru ongar árinskanningar gjørdar, áðrenn hetta uppskotið er sent til hoyring. Tí er trupult at vita, hvørja ávirkan hesi markvirði kunnu hava á virksemi í føroyskum havnum. Ein loysn kundi verið at gjørt slíkar árinskanningar yvir eitt tíðarskeið fyri at staðfesta, hvussu støðan er, og hvar serligar avbjóðingar eru. Tá hava myndugleikar, havnir og vinnan eitt betri vitanargrundarlag til at viðgera eitt slíkt uppskot.

RFH mælir til, at myndugleikarnir fara undir arbeiðið at seta upp skipanir til landstreym. Við landstreymi kunnu skip kobla til og liggja við bryggju við sløktum motori, hóast arbeiðið heldur fram. Tá fer málið í minni mun at snúgva seg um áseting av markvirði, hvussu máting verður framd, hvussu reiðarí kunnu tryggja síni skip og hvussu virksemi skal leggjast til rættis við bryggju. Landstreymur er eisini betri fyri umhvørvið og minkar samstundis um larm í nærumhvørvinum.

Skip kunnu ikki gevast við at brúka hjálpimotorar og havnageneratorar við bryggju, um skipini skulu verða í drift. Hetta má til fyri at koyra pumpur, kranar, rampur, frystarí osfr. Um henda kunngerð verður sett í gildi, so mugu øll skip, sum vanliga brúka havnirnar, hava møguleika at kobla til landstreym. Hesa íløgu eigur ta almenna at gera, áðrenn slík kunngerð verður lýst.

Umlegging til landstreym má leggjast til rættis í góðari tíð, soleiðis at reiðarí eisini kunnu gera neyðugar umleggingar fyri at kobla til landstreymsanlegg. Tí eigur henda umlegging at verða sett í gongd beinanvegin.

Niðurstøðan er tí, at felagið tekur ikki undir við uppskotinum.

Svar frá Oljuvinnufelganum

Viðmerkingar til uppskot til kunngerð um óljóð frá skipum­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur sent uppskot til kunngerð um óljóð frá skipum við bryggju til um­mælis.

Nevndin í Oljuvinnufelagnum hevur viðgjørt uppskotið og hevur soljóðandi viðmerkingar.

Oljuvinnufelagið tekur fult undir við endamálinum við kunngerðin um at minka um møguliga staðfestan ampa og skaðilig árin av óljóði frá skipum við bryggju. Oljuvinnufelagið metir tó ikki, at hetta uppskotið til kunngerð er búgvið til at verða sett í gildi.

Sum skilst, so er uppskotið serføroyskt og tað eru tí ongar samanberingar við líknandi reglur í okkara grannalondum.

Ásetingarnar av markvirðunum eru ikki nóg væl grundaðar. Tað er somuleiðis ógreitt, hvar keldan til mátingarnar av óljóðinum skal vera, hvussu tað skal mátast og hvør hevur heimild til at máta og áseta virðið á óljóðinum.

Sambært kunngerðini skal lágfrekventa óljóðið frá skipum við bryggju, mátað innandura í bústaðar­bygning­um, bústovnum og sjúkrahúsum ikki fara upp um markvirðini í skjali 1.

Hvat merkir hetta í veruleikanum og hvussu skal vinnan skilja og tulka hesa ásetingina? Um skiparin á einum útlendskum veitingarskipi setir seg í samband við eitt føroyskt umboð, tí hann ætlar sær at leggja at bryggju í Føroyum, hvat skal føroyska umboðið so upplýsa skiparanum um markvirðið fyri óljóð frá skipinum, meðan tað liggur við bryggju í Føroyum?

Sambært ásetingunum í kunngerðini, so kann føroyska umboðið ikki geva skiparanum nakað svar, tí óljóðið frá skipinum skal fyrst mátast frá ávísum støðum á landi, áðrenn tað ber til at siga, um við­komandi skip liggur innanfyri markvirðini fyri óljóð frá skipum við bryggju.

Um ein útlendingur ætlar sær til Føroya við bili, so kann ferðaskrivstovan upplýsa honum, at sambært ferðslulógini er hámarksferðin á óbygdum øki 80 km/t og á bygdum øki 50 km/t. Her er rættiliga greitt, hvørjar reglur eru galdandi fyri hámarksferðina á føroysku vegunum. Tað eigur tað eisini at vera fyri óljóð frá skipum við bryggju í føroyskum havnum, annars kann kunngerðin vera kappingaravlagandi, tí skipini fara heldur at velja havnir í okkara grannalondum, tá føroysku reglurnar eru so ógreiðar.

Tað kann tí fáa óbótaligan skaða fyri føroyska vinnu, um kunngerðin verður sett í gildi, soleiðis sum hon nú er orðað. Oljuvinnufelagið tekur undir við endamálinum við kunngerðini, um at minka um møguliga staðfestan ampa og skaðilig árin av óljóði frá skipum við bryggju, men tað mugu gerast fleiri kanningar og greiningar, og reglurnar mugu vera púra greiðar, áðrenn nøkur kunngerð verður lýst.

Tað hevur harumframt stóran týdning, at vinnan fær rímilga tíð at fyrireika seg til møguligar broytingar og tiltøk, um neyvar kanningar vísa, at tað er neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at bøta um møguligar trupul­leikar við óljóði.

OIjuvinnufelagið mælir tí staðiliga frá at seta kunngerðina í gildi, soleiðis sum hon nú er orðað.