KT-felagið takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskotið til kunngerð um útbúgving til KT-supportara og hevur niðanfyristandandi viðmerkingar.
Yvirskipað tekur felagið undir við uppskotinum og fegnast um, at útbúgvingin til KT-supportara nú kann takast í Føroyum. Hetta er eitt ynski, sum KT-felagið í fleiri ár hevur ført fram, og felagið heldur tað hava stóran týdning fyri føroyski KT-vinnuna, at gongd verður sett á útbúgvingina nú.
Tørvurin á KT-førleikum er stórur, og tí er tað eftir fatan felagsins avgerandi, at gongd nú verður sett á útbúgvingina sum ætlað
KT-felagið hevur hesar ítøkiligu viðmerkingar til uppskotið:
1. Tímatalið
Tímatølini tykjast ikki at ganga upp. 43 vikur á 36 tímar eru 1.548 tímar, men tímarnir í §§ 4–6 eru tilsamans 1.620. Við teimum 180 tímunum á sveinaroyndarskeiðnum verður samlaða talið 1.800 og ikki 1.728. Hetta eigur at verða greitt og rættað.
2. Dátugrunnar
Dátugrunnar eru nevndir sum kjarnuøki í § 1, men síggjast ikki týðiliga aftur í lærugreinunum í § 5 ella førleikamálunum í § 10. Tað hevði verið gott at tryggja samsvar her.
3. Vitlíki sum partur av útbúgvingini
Í námsætlanini eigur vitlíki at verða gjørt ítøkiligt við denti á ábyrgdarfulla nýtslu, dátuvernd, keldukritikk, eftirkanning av svarum og praktiska nýtslu til support, skjalfesting, script og automatisering.
4. Málsligar rættingar
Harumframt eru nakrar smærri málsligar rættingar, t.d. „yrkisð“ í § 10, nr. 7, sum helst skal vera „yrkið“.
Við hesum viðmerkingum tekur KT-felagið undir við uppskotinum og vónar, at útbúgvingn kann byrja í Føroyum sum ætlað, og at møguligar tillagingar ikki seinka ætlanini.