Uppskot til kunngerð um vinnubrøv til ávís vinnutól

Hoyringarsvar frá Vinnuhúsinum

01. september. 2026 | Hoyringssvar

Hoyringssvar frá Vinnuhúsinum

Viðvíkjandi uppskoti til kunngerð um vinnubrøv til ávís vinnutól
Feløgini í Vinnuhúsinum, Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag, hava viðgjørt uppskotið til kunngerð um vinnubrøv til ávís vinnutól.

Feløgini taka undir við endamálinum um at fáa betri og greiðari skipaði viðurskifti, tá arbeitt verður við vinnutólum, har serligur vandi kann standast av arbeiðinum. Tað er bæði í áhuganum hjá arbeiðstakarum og arbeiðsgevarum, at starvsfólk hava neyðugu førleikarnar, og at trygdin er í lagi.

Feløgini meta tó, at uppskotið í verandi líki, ikki er nóg búgvið til at verða sett í gildi. Fleiri grundleggjandi viðurskifti, sum hava stóran praktiskan og fíggjarligan týdning fyri føroyskar fyritøkur og starvsfólk, eru ikki lýst ella avgreidd í uppskotinum.

Tað er eftir okkara tykki ikki nøktandi, at ein kunngerð, sum kann fáa víðfevndar avleiðingar fyri stórar partar av vinnuni, verður sett í gildi, áðrenn greitt er, hvussu skipanin skal virka í praksis.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag mæla tí til, at landsstýrið ikki setir kunngerðina í gildi í verandi líki, men setir ein arbeiðsbólk við umboðum fyri myndugleikar, arbeiðsgevarar og aðrar viðkomandi partar at gera skipanina lidna. Endamálið eigur at vera at fáa eina einfalda, trygga og væl virkandi skipan, sum er lagað til føroysk viðurskifti. Tað, at arbeiðsumhvørvisráðið ikki hevur havt høvi at viðgera kunngerðina og skipanina, áðrenn hon varð send til hoyringar, ger tað uppaftur meira umráðandi at ein slíkur bólkur verður settur at gjøgnumarbeiða kunngerðina av nýggjum.

Kostnaðurin má haldast á einum rímiligum støði
Ein av høvuðsboðskapinum hjá feløgunum er, at nýggja skipanin ikki má gerast ein óneyðug fíggjarlig byrða hjá føroyskum fyritøkum og starvsfólkum.

Uppskotið ásetir, at vinnubræv verður skrivað út grundað á prógv frá skeiðsveitara, sum er góðkendur av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, og at gjald skal rindast fyri vinnubrævið. Samstundis er ikki greitt, hvussu skeiðini verða skipað, hvør kann bjóða tey út, hvussu drúgv tey verða ella hvat tey fara at kosta.

Hetta má vera greitt, áðrenn kunngerðin verður sett í gildi.

Feløgini mæla staðiliga frá, at skipanin verður gjørd soleiðis, at vinnubrøv og kravd skeið gerast ein leypandi inntøkukelda hjá myndugleikanum ella skeiðshaldarum. Kostnaðurin eigur at standa í rímiligt mát við tann veruliga kostnaðin av frálæru, roynd og umsiting.

Serliga má havast í huga, at ein fyritøka kann hava nógv starvsfólk, sum brúka fleiri ymisk sløg av vinnutólum. Um hvørt starvsfólk skal taka fleiri kostnaðarmikil skeið, kann samlaði kostnaðurin gerast sera stórur.

Greiða má fáast á skeiðsskipanini
Uppskotið sigur, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið setir krøv til frálæru og royndir fyri tey ymisku vinnubrøvini, men sjálv kunngerðin ásetir ikki, hvørji ítøkilig førleikakrøv skulu vera galdandi.

Áðrenn kunngerðin verður sett í gildi, eigur tí m.a. at vera greitt:

  • hvør kann skipa fyri skeiðum,
  • hvar skeiðini kunnu takast,
  • hvussu long tey ymisku skeiðini eru,
  • hvørji ástøðilig og verklig krøv verða sett,
  • hvat skeið og vinnubrøv fara at kosta,
  • um fyritøkur sjálvar kunnu standa fyri allari ella parti av frálæruni,
  • og hvussu atgongdin til skeið verður tryggjað kring landið.

Tað er eisini týdningarmikið, at skeiðsskipanin tekur hædd fyri, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er fjølbroyttur. Starvsfólk við øðrum móðurmáli enn føroyskum eru ein týðandi partur av arbeiðsmegini í fleiri av teimum vinnum, sum verða fevndar av kunngerðini. Tað eigur tí at vera greitt, á hvørjum málum frálæra, undirvísingartilfar og royndir kunnu vera.

 

Verkligir førleikar mugu viga tungt
Feløgini halda tað vera avgerandi, at skipanin ikki verður grundað á eitt einans ástøðiligt skeið.

Endamálið við vinnubrævinum má vera at tryggja, at tann einstaki dugir at nýta vinnutólið trygt og rætt. Tí eiga verklig upplæring, verkligar royndir og dokumenteraður førleiki at viga tungt.

Hetta er serliga viðkomandi á einum øki, har nógvir førarar hava fingið sínar førleikar gjøgnum mong ár í vinnuni.

 

Roynd starvsfólk – ein skiftisskipan er neyðug
Nógv starvsfólk hava í fleiri ár – í summum førum í fleiri áratíggju – arbeitt trygt og professionelt við maskinum, sum eftir uppskotinum fara at krevja vinnubræv. Fleiri av hesum starvsfólkum hava longu loyvisbræv sambært kunngerð nr. 91 frá 20. juni 2011 um loyvisbræv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól. Lagt er upp til, at kunngerðin frá 2011 skal fara úr gildi, tá nýggja kunngerðin um vinnubrøv kemur í gildi. Eingin skiftisskipan er ásett í uppskotinum til nýggja kunngerð. Ein skiftisskipan eigur at vera, har tað verður ásett, hvat verður galdandi fyri tey, ið longu hava eitt loyvisbræv eftir galdandi reglum. Tá einki stendur, so kann ivi vera um, hvørt tey galdandi loyvisbrøvini fara úr gildi, tá nýggja kunngerðin kemur í gildi, ella hesi framhaldandi hava gildi, og nýggja kunngerðin bert verður galdandi fyri tey, sum ikki longu hava loyvisbræv sambært galdandi kunngerð og fyri maskinur, har tað ikki áður hevur verið krav um loyvisbræv ella vinnubræv. Støða má vera tikin til hetta áðrenn kunngerðin verður sett í gildi, og skal hetta vera greitt ásett. Tað er vanligt við slíkum skiftisreglum, og sum dømi kann verða víst til lóggávu fyri vinnubrøv fyri sjófólk og til eitt nú skiftisskipan í løgtingslóg um kavaravinnu og kavaraútgerð.

Tað gevur eftir okkara tykki lítla meining, at ein royndur maskinførari við 20 ella 30 ára arbeiðsroyndum uttan víðari skal javnsetast við ein persón, sum ongantíð hevur brúkt maskinuna áður, og skal ígjøgnum somu grundútbúgving.

Vit mæla tí staðiliga til eina skiftisskipan við einum greiðum skeringsdegi. Tey, sum kunnu skjalprógva nøktandi og viðkomandi arbeiðsroyndir fram til henda dag, eiga at kunna fáa vinnubræv grundað á hesar royndir, møguliga saman við einari einfaldari førleikameting, um tað verður mett neyðugt.

Ein slík skipan hevði bæði viðurkent veruligan vinnuførleika og forðað fyri, at stórur partur av arbeiðsmegini skal takast úr framleiðslu fyri at fáa undirvísing í førleikum, sum tey longu hava.

 

Vinnubrøv eiga sum meginregla at vera varandi

Uppskotið eigur at gera greitt, hvussu leingi eitt vinnubræv er galdandi.

Feløgini mæla til, at vinnubrøv sum meginregla verða givin uttan tíðaravmarking.

Tá ein persónur einaferð hevur staðfest neyðugu ástøðiligu og verkligu førleikarnar, síggja vit ikki grundarlag fyri at krevja regluliga endurnýggjan av vinnubrævinum. Ein slík skipan hevði elvt til afturvendandi kostnað og umsiting uttan neyðturviliga at bøta um trygdina.

Hetta forðar sjálvsagt ikki fyri, at vinnubræv kann takast aftur, um ein persónur á ein ella annan hátt ikki longur lýkur neyðug krøv.

Lærlingar og ung undir 18 ár
Ein serligur trupulleiki er aldursmarkið.

Eftir uppskotinum kann persónur bert fáa vinnubræv, um viðkomandi hevur fylt 18 ár. Hetta kann fáa óhepnar avleiðingar fyri yrkisútbúgvingar og lærlingaskipanina.

Í fleiri handverks- og vinnuútbúgvingum byrja ung í læru longu sum 16- ella 17-ára gomul. Tað er ein grundleggjandi partur av lærutíðini, at lærlingurin undir skipaðum og tryggum umstøðum fær verkliga upplæring í teimum maskinum og vinnutólum, sum hoyra til yrkið.

Skipanin má tí hava eina serliga loysn fyri lærlingar undir 18 ár. Tað eigur at vera møguligt hjá teimum at brúka viðkomandi vinnutól sum part av góðkendari yrkisútbúgving og undir neyðugum eftirliti og vegleiðing.

Annars er vandi fyri, at nýggju reglurnar gera tað truplari at taka lærlingar og í ringasta føri forða fyri, at lærlingar kunnu fáa ta verkligu upplæring, sum útbúgvingin krevur.

Útlendsk vinnubrøv og førleikaprógv
Føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur nógv starvsfólk við útbúgving og arbeiðsroyndum úr øðrum londum. Somuleiðis arbeiða føroyskar fyritøkur javnan við starvsfólki og undirveitarum úr øðrum londum.

Tað má tí vera greitt, hvussu útlendsk vinnubrøv og førleikaprógv verða viðgjørd.

Vit mæla til, at viðkomandi vinnubrøv og prógv úr londum við sambæriligum trygdar- og førleikakrøvum verða viðurkend í Føroyum. Tað eigur ikki at vera krav, at ein persónur skal taka somu útbúgving av nýggjum í Føroyum, um viðkomandi longu hevur eitt samsvarandi og viðurkent førleikaprógv.

 

Ov nógv ymisk vinnubrøv kunnu gera skipanina óneyðuga tunga
Flokkingin av vinnutólum og vinnubrøvum eigur at verða endurskoðað saman við vinnuni.

Ein maskinførari arbeiðir ofta við fleiri ymiskum maskinum. Um hvør maskina krevja serstakt skeið og vinnubræv, kann skipanin skjótt gerast bæði kostnaðarmikil og tung at umsita.

Málið eigur at vera ein skilagóð flokking, har eitt vinnubræv kann fevna um fleiri vinnutól, sum krevja sambæriligar førleikar, og har møguligir serførleikar kunnu leggjast afturat sum styttri ískoyti heldur enn sum heilt nýggj skeið.

Reach-stackarar og terminaltrekkjarar
Feløgini eru gjørd varug við, at reach-stackarar, sum verða brúktir til at flyta og lyfta bingjur á havnaøkjum, ikki tykjast vera fevndir av flokkingini.

Terminaltrekkjarar og reach-stackarar eru hvør sítt vinnutól, men arbeiðsøkið er nær skylt. Vit mæla tí til, at reach-stackarar verða tiknir við í skipanina, og at mett verður um, hvørt sama T-vinnubræv kann fevna um bæði, møguliga við einum serligum ískoyti ella yvirbygnaði fyri reach-stackarar.

Munur má gerast á at arbeiða við og at flyta vinnutól
Kunngerðin eigur eisini at gera greiðan mun á at arbeiða við einum vinnutóli og bert at flyta vinnutólið.

Hetta hevur m.a. týdning fyri fyritøkur, sum leiga vinnutól út, verkstøð og onnur, sum hava tørv á at flyta maskinur á goymslu-, verkstaðs- ella útleiguøki uttan at brúka tær til tað arbeiðið, tær eru ætlaðar til.

Tað eigur ikki uttan víðari at krevjast fult vinnubræv at flyta eina maskinu nakrar metrar á einum avbyrgdum øki. Reglurnar eiga at taka støði í veruliga váðanum og gera greið undantøk fyri slíka flyting.

Landbúnaður
Í landbúnaðinum vera vinnutól og maskinur nýtt sum náttúrligur partur av landbúnaðararbeiðinum. Fyri, at reglurnar ikki skulu fáa ótilætlaðar avleiðingar fyri vanligan rakstur í føroyska landbúnaðinum, verður mælt til, at hetta økið verður viðgjørt fyri seg, og at arbeiðsbólkurin, sum feløgini mæla til verður settur at gera kunngerðina lidna, eisini metur um og kemur við tilmæli um hetta økið.

Gildiskoma og skiftistíð
Tað er eftir okkara tykki ikki realistiskt at seta nýggj krøv í gildi, áðrenn sjálv skipanin er klár.

Áðrenn nýggj krøv um vinnubrøv fáa virknað, eiga í minsta lagi hesi viðurskifti at vera komin upp á pláss:

  • endaligu førleikakrøvini mugu vera ásett,
  • skeið og royndir mugu vera tøk í Føroyum,
  • kostnaðurin má vera kendur,
  • reglurnar um útlendsk vinnubrøv mugu vera greiðar,
  • skiftisskipanin fyri roynd starvsfólk má vera klár,
  • reglurnar fyri lærlingar mugu vera avgreiddar,
  • og fyritøkurnar mugu hava eina rímiliga freist at tillaga seg.

Vit mæla eisini til, at gildiskoman fyri terminaltrekkjarar og møguligar reach-stackarar verður hin sama sum fyri dumparar og entreprenørmaskinur.

 

Ein arbeiðsbólkur eigur at gera arbeiðið liðugt
Sum tað framgongur omanfyri, eru nógvir grundleggjandi spurningar framvegis ósvaraðir.

Hetta eru ikki bert tekniskir smálutir, sum kunnu avgreiðast aftaná. Talan er um viðurskifti, sum eru avgerandi fyri kostnaðin hjá vinnuni, møguleikan hjá fyritøkum at fáa arbeiðið gjørt, støðuna hjá verandi starvsfólkum og lærlingum og fyri, um skipanin yvirhøvur fer at virka eftir ætlan.

Feløgini  mæla tí til, at landsstýrið setur ein arbeiðsbólk við umboðum fyri Arbeiðs- og brunaeftirlitið, vinnufyritøkur, sum arbeiða við viðkomandi vinnutólum, og aðrar viðkomandi partar.

Arbeiðsbólkurin eigur m.a. at gera uppskot um:

  • endaliga flokking av vinnubrøvum og vinnutólum,
  • ítøkilig førleikakrøv,
  • skeiðslongd og innihald,
  • verkligar royndir,
  • skipan og góðkenning av skeiðsveitarum,
  • kostnað,
  • viðurkenning av útlendskum vinnubrøvum,
  • skiftisskipan fyri roynd starvsfólk,
  • serreglur fyri lærlingar,
  • og hóskandi gildiskomu og skiftistíð.

Á kunningfundi í Vinnuhúsinum luttóku Almanna- og bústaðarmálaráðnum og  Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Hóast spurt varð um øll hesi hetta á kunningarfundinum, dugdu hvørki ráðið ella arbeiðseftirlitið at svara hesum spurningum.

Niðurstøða
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag taka undir við endamálinum um at tryggja, at arbeiði við vandamiklum vinnutólum verður framt av fólki við neyðugum førleikum.

Men ein nýggj skipan má vera proportional, praktiskt gjørlig og lagað til føroyska arbeiðsmarknaðin. Hon má ikki skapa óneyðugan kostnað, óneyðuga umsiting ella forðingar fyri fyritøkur og lærlingar uttan ein samsvarandi trygdarvinning.

Í verandi líki eru ov nógv grundleggjandi viðurskifti ógreið. Tí meta  feløgini ikki, at uppskotið er búgvið til at lýsa.

Vit mæla til, at kunngerðin verðurgjøgnumarbeidd í samstarvi millum partarnar á økinum. Ítøkiliga mæla vit til, at tað verður gjørt í einum arbeiðsbólki saman við vinnuni, og at ein endurskoðað kunngerð verður send til nýggja hoyring, tá ið omanfyri nevndu viðurskifti eru greitt lýst og avgreidd.

Les uppskotið her