Uppskot til kunngerðir sambært grannskoðaralógini

02. september. 2021 | Hoyringssvar

Kunngerðir sambært grannskoðaralógini

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fingið til hoyringar hesar fimm kunngerðir við heimild í grannskoðaralógini:

  • Uppskot til kunngerð um óheftni grannskoðarans og grannskoðanarvirkisins
  • Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um grannskoðaraváttanir o.a.
  • Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um starvsskipan fyri Grannskoðaraeftirlitið
  • Uppskot til kunngerð um góðskueftirlit á grannskoðanarvirkjum
  • Uppskot til kunngerð um at seta úr gildi kunngerð um grannskoðarabólk í virkjum og samtøkum, ið eru undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ongar viðmerkingar til hesi uppskotini, men vísir til møguligar viðmerkingar frá Felagnum Føroyskir Grannskoðarar.