Uppskot til kunngerðir um at seta MLC 2006 í verk til hoyringar

Hoyringarsvar frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip

08. juni. 2026 | Hoyringssvar

Viðmerkingar til uppskot til kunngerðir um at seta broytingar í MLC í verk

Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH) takkar fyri møguleikan at gera viðmerkingar til: 

  • Uppskot til kunngerð um at boða frá vanlukku á sjónum
  • Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um hýru- og ávísingartænastur fyri sjófólk
  • Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um trygging ella aðra fíggjarliga trygd, ið rindar fyri ábyrgd reiðarans mótvegis sjófólki og skipsførara í sambandi við brot á setanarviðurskiftini

ILO-sáttmálin Maritime Labour Convention, sum Føroyar hava staðfest, kom í gildi altjóða tann 20. august 2013. Síðani altjóða gildiskomuna eru fleiri broytingar gjørdar í sáttmálanum, og verða hesar leypandi settar í gildi í londunum, sum hava staðfest sáttmálan. 

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur frá byrjan av yvirskipað tikið undir við, at sáttmálin bleiv settur í gildi fyri Føroyar, og tekur felagið somuleiðis undir við, at dagføringar leypandi verða gjørdar í lóggávuni, tá sáttmálin verður broyttur.

Tað er ikki upplýst í tí tilfari, sum er sent til hoyringar, júst hvørjar broytingar í MLC sáttmálanum uppskotini til kunngerðir snúgva seg um. Tá kannað verður nærri, hvørjar broytingar uppskotini snúgva seg um, so sæst, at talan helst er um broytingar í MLC-sáttmálanum, sum vóru samtyktar í ILO í 2022, og sum komu í gildi altjóða í desember 2024.

RFH hevur hesar viðmerkingar til uppskotini til kunngerðir:

Viðv. uppskot til kunngerð um at boða frá vanlukku á sjónum:
Uppskotið til kunngerð snýr seg um at áleggja skipara og reiðara at fráboða Sjóvinnustýrinum, tá ein vanlukka, eitt andlát ella ein hending er umborð á einum føroyskum skipi ella umborð á einum útlendskum skipi í føroyskum sjóøki innanfyri 200 fj. úr grundlinjunum. 

Sjóvinnustýrið hevur í telefonsamrøðu upplýst, at kunngerðin bæði snýr seg um at seta í gildi ásetingar í MLC-sáttmálanum og ásetingar í IMO Casualty Investigation Code.

Sambært uppskotinum skal Sjóvinnustýrið árliga fráboða ILO um andlát umborð á skipi, sum eru fráboðað stovninum, eftir einum leisti, ið ILO hevur ásett.

Ásetingin í § 1, stk. 3 í uppskotinum til kunngerð er í samsvari við ásetingina í Standard A4.3, pkt. 5, litra a í MLC, har tað er ásett:

Each Member shall ensure that: (a) all deaths of seafarers employed, engaged or working on board ships that fly its flag are adequately investigated and recorded, and reported on an annual basis to the Director-General of the International Labour Office to be published in a global register; 

RFH tekur undir við, at hesar upplýsingar verða fráboðaðar ILO samsvarandi MLC-sáttmálanum, við tí endamáli, at altjóða hagtøl og greiningar kunnu verða gjørdar av orsøkum, váðafaktorum o.ø. í sambandi við vanlukkur á sjónum. 

RFH skal vísa á, at tað í § 1, stk. 1 í uppskotinum verður álagt at fráboða vanlukkur og andlát, og í § 2 í uppskotinum verða hugtøkini “vanlukka” og “hending” nágreinað. At einki stendur um “hending” í § 1, stk. 1 kann hava við sær iva um, hvørt bæði vanlukkur, andlát og hendingar skulu fráboðast Sjóvinnustýrinum. Um hugt verður eftir donskum bekendtgørelse, sum hevur sama endamál, sum hetta uppskotið, so sæst, at í § 1, stk. 1 í bekendtgørelsen verður áløgd ein skylda at fráboða “søulykke”, “hændelse og “dødsfald”. Tað hevði verið gott, um hetta bleiv gjørt greiðari í kunngerðini, áðrenn hon verður lýst. 

Viðvíkjandi heimildarásetingini í kunngerðini setur RFH spurning við, um ásetingin í § 13, stk. 2 í løgtingslóg um trygd á sjónum ikki eisini eigur at verða brúkt sum heimildaráseting fyri kunngerðini? Ásetingin í § 13 er ásett í løgtingslóg um trygd á sjónum júst við tí endamáli at lúka krøvini í IMO Casualty Investigation Code.

Tað er í dag ein skylda sambært kunngerð nr. 80 frá 15. juli 2016 frá Sjóvinnustýrinum um arbeiðsumhvørvi umborð á skipum (Fráboðan A) at boða Sjóvinnustýrinum frá um arbeiðsóhapp, sum hava ført til óarbeiðsføri. Sama skylda er eisini galdandi sambært bekendtgørelse nr. 713 af 11. november 1987 om anmeldelse af arbejsulykker m.v. til Søfartsstyrelsen. At hava fleiri kunngerðir í gildi, sum regulera tað sama, kann elva til misskiljingar fyri tey fráboðanarskyldugu, og mælt verður til, at tað verður ruddað upp í hesum.

Tá reglur nú verða ásettar um at fráboða Sjóvinnustýrinum um vanlukkur, andlát og hendingar, so hevði tað verið gott, um greið vegleiðing verður á heimasíðu stovnsins um, hvussu slíkar fráboðanir skulu latast inn, herundir hvørjar upplýsingar skulu latast inn, møgulig fráboðanarskjøl, hvussu latið verður inn í og uttanfyri vanliga skrivstovutíð o.a. 


Viðv. uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um hýru- og ávísingartænastur fyri sjófólk
Uppskotið viðvíkur einari broyting í MLC sáttmálanum, har tað verður álagt teimum, sum seta sjófólk í starv, at kunna tey um rættindini til fíggjarligt endurgjald fyri tap, sum stendst av, at ein hýru- og ávísingartænasta ella eitt reiðarí ikki heldur sínar skyldur. 

Við uppskotinum til broyting í kunngerðini verður nú ásett eitt krav um, at privatar hýru- og ávísingartænastur skulu kunna sjófólk um, hvussu eitt slíkt krav verður reist. 

Einasta viðmerking, sum RFH hevur til uppskotið, er, at tað sær út til at vera ein lógartekniskur feilur í uppskotinum. Í § 4, nr. 5 eigur “og” at verða strikað, og eigur eitt “og” at verða ásett í § 4, nr. 6.

RFH hevur ikki aðrar viðmerkingar til uppskotið.

Viðv. uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um trygging ella aðra fíggjarliga trygd, ið rindar fyri ábyrgd reiðarans mótvegis sjófólki og skipsførara í sambandi við brot á setanarviðurskiftini

Uppskotið viðvíkur einari broyting í MLC sáttmálanum. 

Sambært § 6 í galdandi kunngerð verður eitt loyvisbræv givið út sum váttan um, at trygging ella fíggjarlig trygd er teknað fyri rindan av útreiðslum í sambandi við, at sjófólk er latið eftir. 

Við uppskotinum til broyting í kunngerðini verður lagt upp til, at fleiri upplýsingar skulu standa í loyvisbrævinum. Sambært galdandi kunngerð skal upplýsing vera um navnið á skipaeigara. Nú verður hetta broytt, so tað frameftir skal upplýsast um navn og høvuðssæti hjá reiðaranum ella hjá skrásetta eigaranum, um hesin ikki er tann sami sum reiðarin.

RFH hevur ikki viðmerkingar til uppskotið

Uppskot til Kunngerð um broyting í kunngerð um privata hýru- og ávísingartænastu fyri sjófólk

Uppskot til Kunngerð um broyting í kunngerð um trygging ella aðra fíggjarliga trygd, ið rindar fyri ábyrgd reiðarans mótvegis sjófólki og skipsførara í sambandi við brot á setanarviðurskiftini

Uppskot til Kunngerð um at boða frá vanlukku o.a.