Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri høvið at ummæla uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya (Seturlógin).
Felagið tekur undir við at dagføra karmarnar um hægru útbúgvingarnar á Setrinum, so tað m.a. verður møguligt at skipa sonevndar masterdiplomútbúgvingar. Tó ivast vit í, hvussu skynsamt tað er at regulera slík viðurskifti í sjálvari lógini. Um tørvur er á at hava rættarreglur um hesi viðurskifti, áttu tey at verið ásett í kunngerð, so tað er smidligari at gera tillagingar.
Við broyting 2 í uppskotinum verður § 2, stk 1 í lógini broytt. Í ásetingini stendur at endamálið skal vera, at øll frálæra skal vera grundað á gransking og at frálæra skal vera veitt á hægsta altjóða stigi. Hóast talan er um somu orðing sum í verandi lóg, kundi tað í viðmerkingunum verið útgreinað, hvat hetta meinast við, serliga hvat tað merkir, at frálæran skal vera á “hægsta altjóða stigi”.
Víðari stendur í ásetingini, at Fróðskaparsetrið skal tryggja samfelagsligar raðfestingar og fyrilit í hesum sambandi. Her kundi eisini verið tørvur á at útgreina í viðmerkingunum, hvat hetta ítøkiliga meinast við.