Uppskot til ll. um broyting í ll. um kringvarp

07. februar. 2022 | Hoyringssvar

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fingið til hoyringar lógaruppskot frá Uttanríkis- og mentamála­ráð­num, har skotið verður upp at gera hesar broytingar í løgtingslógini um kringvarp:

  • Broytingar í samansetingini av stýrinum.
  • Broytt kringvarpsgjald.
  • Prístalsjavning av kringvarpsgjaldinum.
  • Striking av kærumøguleika.

Uttan at taka støðu til, hvørt tað er besta loysnin at lata akkurát hesar felagsskapirnar, sum uppskotið leggur upp til, tilnevna limir til stýrið fyri kringvarpið, so metir Føroya Arbeiðsgevarafelag, at tað helst eru tvey stig rætta vegin, at strika kærumøguleikan til landsstýrismannin og at flyta tilnevningina av stýrislimum longur burtur frá politikarunum, við at lata onnur enn politisku flokkarnar tilnevna stýrislimirnar til óhefta public service stovnin, Kringvarp Føroya.

Viðvíkjandi kringvarpsgjaldinum og uppskotinum um at prístalsjavna kringvarpsgjaldið hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag hesar viðmerkingar.

Galdandi lóggáva, har fyritøkur rinda kringvarpsgjald í mun til støddina á fyritøkuni, varð sett í gildið í 2015, tá ið Løgtingið samtykti at hækka samlaðu kringvarpsgjøldini 25%. Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi tá vart við, at í grannalondum okkara var gongdin beint tann øvugta. Í Danmark var kringvarps­gjaldið (sonevndi erhvervslicensen) á fyritøkur strikað í 2015. Síðan tá hevur fyrst Svøríki, frá 1. Januar 2019, somuleiðis strikað kringvarpsgjaldið fyri fyritøkur, og frá 1. januar 2020 hevur Noreg so gjørt tað sama. Í staðin verða tað gjald frá persónum, sum fíggja public service. Grundgevingin er, at tað eru persónar, sum lurta og hyggja eftir public service miðlum, og so kann tað vera líka mikið, um tey gera tað meðan tey eru heima ella meðan tey eru til arbeiðis.

Í hesum uppskotinum lækkar kringvarpsgjaldið nakað hjá fyritøkum, sum rindað minni enn 2 mió. kr. árliga í lønum, meðan kringvarpsgjaldið verður óbroytt hjá fyritøkum, sum rinda omanfyri 2 mió. kr. árliga í lønum.

Kringvarpsgjaldið fer sostatt ikki skeiva vegin í hesum uppskotinum, men Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur í fyrsta lagi, at kringvarpsgjaldið á fyritøkur eins og í okkara grannalondum eigur at verða strikað, og onnur fíggingarskipan sett í verk. Fæst ikki undirtøka fyri hesum, verður í øðrum lagi mælt til, at gjaldið til fyritøkur verður lækkað munandi.

Undir punkt 2.11 í lógaruppskotinum stendur, at talan er um ein beinleiðis skatt, tí tað er ikki samband millum ítøkiligu tænastuna og veitingina. Sambært § 41 í stýrisskipanarlógini má eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg. Kringvarpsgjaldið kann tí ikki prístalsjavnast og hækka sjálvvirkandi við tveimum prosentum árliga, sum uppskotið annars leggur upp til. Sambært stýrisskipanarlógini skulu møguligar broytingar í kringvarpsgjaldinum (sum sambært uppskotinum er ein beinleiðis skattur) leggjast fyri Løgtingið í hvørjum einstøkum føri. Spurnartekin kann sostatt setast við, um prístalsjavningin er í stríð við sýrisskipanarlógina, og tað eigur at verða kannað, áðrenn uppskotið verður lagt fyri Løgtingið.

Hóast hetta uppskotið linkar eitt sindur um ógvisligu hækkingina í kringvarpsgjaldinum í 2015, so er eykaskatturin frá 2015 framvegis alt ov høgur. Føroya Arbeiðsgevarafelag fer tí enn einaferð at mæla politisku skipanini til at endurskoða, hvussu kringvarpið skal fíggjast frameftir.

Uppskot til ll. um broyting í ll. um kringvarp