Uppskot til Løgtingslóg um almenna talgilda postskipan

02. februar. 2023 | Hoyringssvar

Vinnuhúsið hevur fingið uppskot til løgtingslóg um almenna talgilda postskipan til hoyringar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við uppskotinum, at Mínboks loysnin skal gerast til almennu talgildu postskipanina í Føroyum men hevur hesar viðmerkingar til nýggja lógaruppskotið.

Viðmerking til lógartekstin:

Viðv. § 4:

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at aldurmarkið fyri at tekna Mínboks verður broytt til 13 ár. Øll, sum eru fylt 13 ár og hava p-tal kunnu fáa Samleikan og harumframt kunnu tey ið eru 13 ár, hava lættari arbeiði og eftir ávísum treytum. Við at broyta aldursmarkið, kunnu tey sum eru 13 ella 14 ár eisini hava møguleikan at móttaka upplýsingar umvegis Mínboks, eitt nú lønarseðil.

Viðmerking til Almennar viðmerkingar:

Viðv. 1.3. Endamálið við uppskotinum

Eitt av tveimum høvuðsendamálunum við lógini er at áseta krav um, at almennir stovnar skulu samskifta umvegis Mínboks, um hesir senda viðkvæmar persónupplýsingar ella trúnaðarupplýsingar talgilt til síni viðskiftafólk. Føroya Arbeiðsgevarafelag vil við hesum vísa á, at lønarseðlar eru trúnaðarupplýsingar og vil somuleiðis við hesum mæla til, at broyta aldursmarkið til 13 ár soleiðis at tað eisini er møguligt hjá teimum at móttaka lønarseðil umvegis Mínboks.

Les uppskotið her