Uppskot til løgtingslóg um at innkrevja, innheinta og rokna rentu av krøvum hjá tí almenna

Hoyringarsvar frá Vinnuhúsinum

Føroya Arbeiðsgevarafelag 23. september. 2026 | Hoyringssvar

Víst verður til lógaruppskot, sum varð sent Vinnuhúsinum til ummælis.
Vinnuhúsið tekur undir við høvuðsendamálinum, sum er at gera reglurnar meira einsháttaðar, og at minka um umsiting.

Tó kundi Vinnuhúsið hugsað sær, at eitt skjal varð hjálagt, sum lýsti munin á rentutilskrivingini í teimum lógum sum TAKS umsitur í dag, og rentutilskrivingina í hesum lógaruppskotinum. Á tann hátt ber betur til at meta um fíggjarligu avleiðingarnar fyri vinnuna.

Í lógaruppskotinum er einki nevnt um hesi viðurskifti undir brotinum “Avleiðingar fyri vinnuna” í Almennu viðmerkingunum.
Annars hevur Vinnuhúsið ta ítøkiligu viðmerking, at 7 daga freistin, áðrenn panting kann fremjast, tykist sera stutt. Ikki minst tá uppskotið tekur burtur formlig stig, sum í dag liggja áðrenn pantingina. Tað kann føra til, at um ein fyritøka av misgáum hevur yvirsæð eitt krav, ella eina gjaldsfreist, kann panting fremjast uttan serliga fráboðan. Vísast kann í hesum sambandi á, at tað bara er Danmark sum hevur eins stutta freist fyri panting og at fleiri onnur norðurlond hava formkrøv, sum skulu fylgjast áðrenn panting kann fremjast. Sannlíkt ber eisini til at automatisera slík formkrøv, so fyritøkurnar fáa eina fráboðan, áðrenn panting verður framd.

Víst kann vera á, at gjaldið í s.v.panting sambært uppskotinum er ásett til 300 kr. + 0,5% av restkravinum yvir 3.000 kr. Hóast hetta ikki er ein broyting í mun til verandi støðu, kann spurnartekin setast við, um tað er proportionalt, at einki loft er á gjaldinum fyri panting.

Les uppskotið her