Uppskot til løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum til ummælis

23. apríl. 2021 | Hoyringssvar

Sent Vinnuhúsinum til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til fríggjadagin 23. apríl 2021.

Uppskot til løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fingið til viðmerkingar uppskot til løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur viðgjørt uppskotið, og hevur ikki stórvegis viðmerkingar til uppskotið, ið ikki sær út at til hava serligar avleiðingar við sær fyri vinnuna.

Í viðmerkingunum til uppskotið stendur millum annað, at tað verður mett skynsamt at lóggeva varisliga á økinum, áðrenn møguligir trupulleikar stinga seg upp, og at endamálið við uppskotinum er at gera tað møguligt at hava eftirlit við keypi av fastogn, har keyparin ikki hevur bústað í Føroyum, ella har keypari er vinnufelag ella annað felag, stovnur o.a., sum ikki hava heimstað í Føroyum.

Í viðmerkingunum til uppskotið stendur eisini, at endamálið við uppskotinum er ikki at bannað ávísum persónum ella feløgum at keypa fastogn í Føroyum. Eitt forboð ella bann verður mett sum eitt óneyðuga stórt stig at taka í løtuni. Samstundis eiga tað ikki at verða settar óneyðugar forðingar fyri útlendskum vinnuvirksemi í Føroyum, sum er føroyska samfelagnum til fyrimuns.

Uppskotið skal helst forða fyri, at útlendingar, ið einki tilknýti hava til Føroyar, keypa upp summarhús í Føroyum. Í hesum sambandi kann spurnartekin setast við, hvat hendir, um ein útlendingur keypir hús í Føroyum til fastan bústað, tí viðkomandi ætlaði sær at flyta til Føroyar, broytir meining eftir at húsið er tinglýst, ella um viðkomandi flytur av aftur landinum, hvat hendir so við húsakeypinum?

Spurningur kann eisini setast við, nær útlendskar fyritøkur skulu søkja um loyvi sambært hesi lógini, tí sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið verða øll feløg, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya, fatað sum føroysk feløg, eisini feløg við útlendskum eigarum, sum reka vinnuligt virksemi í Føroyum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag metir annars ikki, at uppskotið sær út til at hava avmarkingar við sær fyri vinnuliga virksemið í Føroyum.