Uppskot til Løgtingslóg um Brekumboð

Hoyringssvar til uppskot um Brekumboð

13. juni. 2023 | Hoyringssvar

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tann 10. mai 2023 fingið “Uppskot til løgtingslóg um Brekumboð” til hoyringar, og felagið hevur hesar viðmerkingar til uppskotið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við yvirskipaða endamálinum við lógini. Føroya Landsstýri hevur tikið undir við altjóða breksáttmálanum, og tá hava vit eisini bundið okkum til at fylgja treytum og fyriskipanum í breksáttmálanum. Hetta eiga vit at taka í álvara og fremja í verki.

Vit vilja tó minna á, at tá ein nýggjur stovnur við stjóra, nevnd og fyrisiting verður settur á stovn eiga rationaliseringar og effektiviseringar altíð at verða eitt av fremstu atlitum innan almenna geiran. Í hesum sambandi er vert at seta spurningin, um nýggja fyrisitingin eigur at virka sum ein sjálvstøðug eind, ella um besta loysnin er, at Brekumboðið verður lagt til annan stovn. Eitt dømi kundi verið Vinnustovnurin ella annar umboðsstovnur. Um Brekumboðið verður partur av øðrum stovni er hugsandi, at fíggjarligir fyrimunir eru av t.d. felags fyrisiting, mannagongdum og royndum.

Afturat hesum vilja vit bert vísa á, at tað sær út sum ein skeiv tilvísing er á s. 13 í viðmerkingunum til §6, stk. 3. Síðasta reglubroyt sigur, at “Brekumboðið kann ikki verða loyst úr starvi av øðrum orsøkum, enn ásett í §2, stk. 3, nr. 1-3.” Her eigur allarhelst at standa §6, stk. 3, nr. 1-3.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki aðrar viðmerkingar til uppskotið.

Vinarliga

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Jórun Gardar­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

Les uppskotið her

Sí fylgiskjal