Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. - tilbúgvingarætlan til hoyringar

01. november. 2021 | Hoyringssvar

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. - tilbúgvingarætlan til hoyringar

Ummæli av lógaruppskoti um broyting í alilógini

Havbúnaðarfelagið takkar fyri møguleikan at ummæla lógaruppskotið um broyting í alilógini viðv. tilbúgvingarætlan fyri slopnan alilaks.

Havbúnaðarfelagið heldur tað vera ein stóran fyrimun at landsdjóralæknin kann loyva góðkendum persónum at sleppa í áir og vøtn at taka slopnan alilaks, og at neyðugt ikki verður at søkja um frávik frá kunngerðini um síla- og laksaveiðu fyri at kunna taka slopnan alilaks aftur, sum hevur leitað sær niðan í áirnar. Hetta fer sannlíkt at stytta munandi um tíðina frá tí, at avgerðin verður tikin um at taka slopna alilaksin úr áunum, til tað ber til at fara undir arbeiðið.

Tó hevur felagið ta viðmerking til lógaruppskotið, at tað sum oftast er praktiskt ógjørligt at taka alilaks, tá hann er komin niðan í vøtnini. Tí má hetta aloftast gerast, meðan hann enn er í áunum.

Felagið tekur tó undir við, at heimildin um atgongd fevnir um bæði vøtn og áir, t.d. í teimum førum har tað ber til at fanga alilaksin aftur í einum áarmunna, men talan kann ikki vera um nakað krav um at fanga alilaks aftur, meðan hann er í vatninum.

Havbúnaðarfelagið hevur longu frammanundan sett í verk eina tilbúgvingarætlan fyri slopnan alilaks í áum, so tað skuldi ikki verið eitt stórt arbeiði at gjørt avtalu við Landsdjóralæknan um hesi viðurskifti. Verandi tilbúgvingarætlan má tó dagførast, serliga í mun til broyttu heimildirnar at sleppa skjótari í áirnar eftir alilaksunum, um ein slík støða kemur fyri.

Vinarliga Havbúnaðarfelagið

Niels Winther