Ferðavinnufelagið takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskotið, og hevur hesar viðmerkingar:
Felagið tekur undir við endamálinum, at trygdin á sjónum verður økt, men heldur ikki at AIS (Class B) skal verða ásett sum lógarkrav til allar opnar bátar ella deksfør undir 20 tons (BT).
Sambært almennu viðmerkingunum til uppskotið, hava útróðrafeløgini mælt til kravið um AIS umborð á opnum bátum, og felagið tekur fult undir við, at tað fyri hesum partinum av útróðrarflotanum verður sett sum krav.
Til bátarnar sum virka í ferðavinnuni er longu krav um bæði EPIRB og SART, sum longu í dag tryggja at hesir bátar kunnu staðfestast í neyðstøðu. Ferðavinnufelagið metir, at hesi amboð eru nóg mikið fyri at røkja trygdina á sjónum. Harumframt er tað galdandi, at bátarnir í ferðavinnuni sigla sera nær landi og bert kring oyggjarnar.
At gera AIS til krav fyri allar opnar bátar ella deksfør undir 20 tons (BT) gevur einum og hvørjum møguleikan fyri at fylgja við beinleiðis hvar bátar eru og hvussu teir sigla, eisini teimum sum upplýsingarnir eru óviðkomandi fyri. Hetta kann kennast sum eitt óneyðugt inntriv og yvirvøku – ikki bara av bátum, men eisini av teimum persónum, ið sigla við teimum.
Ferðavinnufelagið mælir tí til, at hetta uppskotið ikki verður samtykt í verandi líki, og at møgulig nýggj krøv um AIS verða væl vigað móti bæði trygd, kostnaði og rættindum hjá eigarum og manningum.