Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.

Hoyringarsvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag 04. september. 2025 | Hoyringssvar

Les uppskotið her

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskotið. Felagið hevur hesar viðmerkingar til uppskotið:

Viðvíkjandi §13 a
Uppskotið til lógartekstin sigur, at privatur arbeiðsgevari, sum seinast álíknaða inntøkuár hevur havt samlaðar lønarútreiðslur fyri í mesta lagi 4 mió. kr., kann eftir reglunum í §§ 8-9 í løgtingslógini fáa afturrindaðar lønarútreiðslur til ein starvsmann, ið hevur verið óarbeiðsførur vegna sjúku longur enn 4 vikur.

Í viðmerkingunum til uppskotið stendur tó øðrvísi orðað, at hetta skal skiljast soleiðis, at tann vinnurekandi bara kann fáa endurrindaðar lønarútreiðslur fyri tíðarskeiðið, ið fer út um 4 vikur. Fyrstu 4 vikurnar má tann vinnurekandi sostatt framhaldandi rinda fyri sjálvur.

Orðaljóðið í lógartekstinum kann skiljast soleiðis, at arbeiðsgevari fær endurrindaðar lønarútreiðslurnar frá 1. degi. Føroya arbeiðsgevarafelagið heldur tí, at tað í lógartekstinum eigur at verða nágreinað, at talan er um tíðarskeiðið, ið fer út um 4 vikur, um tað er hetta, sum er ætlanin.

Markið á 4 mio kr. ov avmarkandi
Endamálið við uppskotinum er at fyribyrgja støður, har smærri vinnurekandi koma í fíggjarligt óføri, tí ein starvsmaður hjá fyritøkuni verður langtíðarsjúkur. Hesum tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við, men metir, at mørkini í uppskotinum avmarka virknaðin ov nógv.

Uppskotið byggir á eitt mark fyri samlaðar lønarútreiðslur fyri í mesta lagi 4 mió. krónur, og tað er íroknað løn og lønargjøld so sum eftirløn, frítíðarløn, BAS, ALS, arbeiðsmarknaðareftirløn, vinnusjúku- og tryggingargjald, umframt løn til stjóran í fyritøkuni, eisini í teimum førum, har stjórin og eigarin av fyritøkuni er sami persónur. Hetta er við til at avmarka virknaðin til at røkka endamálið við lógaruppskotinum; at betra umstøðurnar hjá smærri vinnurekandi, ið kunnu verða serliga hart rakt, tá starvsmenn verða raktir av langtíðarsjúku.

Við uppskotinum fær ein fyritøka við í mesta lagi 4 mió. kr. í lønarútreiðslumpartvísa afturrindan, meðan ein samlík fyritøka við 4.01 mió. kr. fellur uttanfyri. Báðar fyritøkur hava tó á leið sama vanda fyri at skula rinda løn undir sjúku til langtíðarsjúkt starvsfólk. Heldur ikki er vist, at fyritøkan við lønarútreiðslum undir 4 mió kr hevur eitt verri ársúrslit enn ein eitt sindur størri fyritøka.

Fyri ikki at skeikla kappingina hevði besta loysnin verið, at ein skipan við partvísari afturrindan av lønarútreiðslum til langtíðarsjúkt starvsfólk var galdandi fyri øll vinnurekandi.

Sum Føroya Arbeiðsgevarafelag skilur, er politiska ætlanin tó serliga at lofta smærri vinnurekandi, sum enda í slíkari støðu við langtíðarsjúkum starvsfólki. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tó, at markið eigur at verða hækkað, so tað ikki einans er galdandi fyri tær allarminstu fyritøkurnar. Ikki minst tá ætlanin er at telja lønarútreiðslur til stjóran í fyritøkuni við, tá lønarútreiðslurnar verða gjørdar upp.

Føroya Arbeiðsgevara heldur harumframt, at at tað í viðmerkingunum til lógaruppskotið eigur at verða greinað, hvussu nógvar fyritøkur hava eina lønarútreiðslu á 4 mió og hvussu búskaparliga úrslitið hjá hesum fyritøkum er, samanborið við fyritøkur sum eru nakað størri.

Eisini eigur í viðmerkingunum at verða greitt frá, um lønarútreiðslur til nevnd skulu roknast uppí lønarútreiðslurnar. Sum er, stendur einans nágreinað at lønin til stjóran skal roknast uppí.