Havbúnaðarfelagið takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um djórasjúkur.
Havbúnaðarfelagið takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til broyting í løgtingslóg um djórasjúkur. Felagið vil harumframt takka fyri fundin, har umboð frá Tilfeingis- og vinnumálaráðnum, landsdjóralæknin og vinnan fingu høvi at greiða frá. Felagið vil vísa á, at tey viðurskifti og sjónarmið, sum vórðu løgd fram á fundinum, eiga at verða tikin við í víðari viðgerðini av málinum. Felagið hevur hartil hesar viðmerkingar til uppskotið.
Fortreytir og metingaratlit fyri djórasjúkulistar
Havbúnaðarfelagið mælir til, at greiðar og ítøkiligar fortreytir verða gjørdar fyri, hvussu djórasjúkur verða ásettar á teir ymisku djórasjúkulistarnar, og hvørji metingaratlit landsdjóralæknin skal leggja til grund, tá:
- sjúkur, sum longu eru á listunum, verða fluttar millum listar, ella
- nýggjar sjúkur verða settar á listarnar.
Felagið metir, at gjøgnumskygni er ein týðandi partur av rættartrygdini, og vísir í hesum sambandi á, at líknandi metingaratlit eru ásett í okkara grannalondum. Sum dømi kann nevnast Noreg, har greið kriteriu eru ásett fyri “nasjonal listeføring av smittsomme sykdommer i kategori F og i kategori G”. Havbúnaðarfelagið mælir til, at líknandi skipan verður sett í verk í Føroyum.
Manglandi ásetingar um, hvørjar kravfestingar verða settar til hvønn lista, gera tað trupult at meta um veruligu avleiðingarnar av hesi komandi kunngerð um djórasjúkur.
Heimildir og lutfalsmeginreglan
Burtursæð frá ásetingunum um, at kærur um ávísar avgerðir sambært lista 1 ikki hava steðgandi virknað, tykist uppskotið ikki í nøktandi mun at gera mun á í inntrivsheimildunum hjá landsdjóralæknanum í mun til djórasjúkur á lista 2 og lista 3.
Við djórasjúkum á lista 3 verður í høvuðsheitum bert álagt ein fráboðanarskylda. Havbúnaðarfelagið mælir tí til, at inntrivsheimildirnar hjá landsdjóralæknanum verða greiðari differentieraðar í mun til, hvørjum lista viðkomandi djórasjúka er ásett á, samsvarandi lutfalsmeginregluna.
Skiftisreglur og kunngerð
Í sambandi við pkt. 22 í uppskotinum mælir felagið til, at skiftisreglur verða ásettar, soleiðis at fylgiskjøl 1 og 2 í galdandi djórasjúkulóg halda fram at vera í gildi, inntil kunngerð um djórasjúkur er sett í verk.
Harumframt vil Havbúnaðarfelagið heita á Tilfeingis- og vinnumálaráðið um at senda felagnum uppskot til kunngerð um djórasjúkur til viðmerkingar, so skjótt uppskotið er klárt til støðutakan.