Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti – (Oljuískoyti til húski)

25. august. 2022 | Hoyringssvar

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fingið til hoyringar lógaruppskot, um at lata fíggjarligan stuðul við einum eingangs oljuískoyti til húski, við teimum lægstu inntøkunum, sum skjótt vaksandi prísurin á brenniolju hevur rakt harðast.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ongar viðmerkingar til ætlanirnar um at veita málrættaðan stuðul til lægstu inntøkurnar í landinum sum eina einaferðsupphædd, nú prísirnir á brenniolju eru hækkaðir skjótt og ógvusliga, men stuðulin má vera útreiðsluneutralur fyri landskassan, við tilsvarandi sparingum aðrastaðni í almenna rakstrinum, soleiðis at almennu útreiðslurnar ikki leggja enn størri trýst á prísvøksturin í samfelagnum.

Prinsippiella støðan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er annars, at vit skulu hava eina einfalda kappingarføra skattaskipan, við lágum lønarskatti, uttan stórvegis undantøk og stuðulsskipanir.

Les uppskotið her.