Reiðarafelagið fyri handilsskip takkar fyri møguleikan at sleppa at gera viðmerkingar til uppskotið.
Í dag verður eitt umboðsfólk tilmeldað til skipaskránna, tá eitt skip verður skrásett í FAS, og eigarin av skipinum er búsitandi í útlandinum. Hetta er eitt krav sambært galdandi FAS-kunngerð. Endamálið við kravinum er, at ein persónur skal vera í Føroyum, sum kann umboða eigaran mótvegis myndugleikum o.ø. í Føroyum, og harafturat skal viðkomandi vera við til at tryggja, at reglurnar í FAS-lóggávuni verða hildnar
Eingi krøv eru í FAS-lóggávuni um, at ávísar umsitingarligar uppgávur viðvíkjandi rakstrinum av skipinum skulu liggja hjá umboðsfólkinum. Tí er tað eisini í roynd og veru ymiskt, hvussu nógvar uppgávur umboðsfólkini hava, ið eru tengdar at dagliga raksturin av skipunum t.e. viðvíkjandi manningar, tekniskum, fíggjarligum ella handilsligum viðurskiftum.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið, sum er sent Reiðarafelagnum fyri handilsskip til ummælis, stendur, at uppskotið hevur hesi endamál:
- At krøvini til umboðsfólk verða greiðari og herd
- At víðka heimildina at strika skip úr FAS
Av tí, at tað er heldur ógreitt í lógaruppskotinum, sum er sent til hoyringar, hvørjar skyldur ætlanin er at áleggja umboðsfólkum, sum ikki longu eru álagdar sambært galdandi reglum, hevur Reiðarafelagið fyri handilsskip vent sær til Uttanríkis- og vinnumálaráðið við umbøn um at fáa hesi viðurskifti nágreinað.
Ráðið hevur svarað soleiðis:
Sum útgangsstøði hevur reiðaríið ábyrgdina av at halda skyldur eftir løgtingslógini, undir hesum at boða frá og rinda gjøld og sektir eftir løgtingslógini. Við hesum verður ítøkiliga ásett, at umboðsfólkið somuleiðis hevur ábyrgdina av teimum skyldum, sum liggja á eigara eftir løgtingslógini.
Løgtingslógin ásetir m.a. skyldu eftir § 4 um forboð fyri at flyta ferðafólk ella farm millum føroyskar havnir; skyldur eftir § 8 um fráboðan um viðurskifti, sum kunnu hava týdning fyri ta framhaldandi skrásetingina, og skyldur eftir § 10b um gjøld. Í hesum sambandi kann verða víst á, at um t.d. ársgjald ikki verður goldið, kann Sjóvinnustýrið krevja gjaldið inn frá umboðsfólkinum.
Reiðarafelagið fyri handilsskip skal vísa á, at tað við hesum lógaruppskotinum verður lagt upp til, at umboðsfólk kunnu koma undir ábyrgd fyri viðurskifti, sum tey í nógvum førum als ikki fáa stýrt ella í onkrum førum illa fáa stýrt. Tí, sum nevnt, so er einki krav um, at ávísar uppgávur skulu liggja hjá umboðsfólkinum, og tað er ymiskt, hvussu nógvar umsitingarligar uppgávur, ið eru knýttar at raksturin av skipinum, í veruleikanum liggja hjá umboðsfólkinum.
Sambært § 12 í galdandi lóg kunnu brot á ásetingarnar í § 4 og í § 8 í FAS-lógini revsast við sekt. Reiðarafelagið fyri handilsskip metur tað ikki vera rætt, at umboðsfólk skal kunnu koma undir revsiábyrgd fyri brot á viðurskifti, sum ikki liggja hjá viðkomandi at umsita.
Um Uttanríkis- og vinnumálaráðið heldur, at umboðsfólk skal kunna revsast fyri brot á hesar ásetingarnar, so má tað vera ítøkiliga ásett í lógini, at umboðsfólkið hevur skyldu til at ansa eftir, at brot ikki verður framt á hesar ásetingar, og at viðkomandi kann revsast fyri brot á tær.
Tað verður heldur ikki mett at vera rætt, at Sjóvinnustýrið frameftir skal kunna krevja umboðsfólkum eftir ógoldnum ársgjøldum, sum reiðaríið hevur skyldu til at rinda.
Reiðarí við skipum í FAS skulu sjálvsagt rinda tey gjøld, ið teimum er álagt sambært galdandi lóg, og skulu tey rinda hesi til tíðina. Hetta hevur felagnum kunnugt higartil ikki verið nakar trupulleiki. Gjøldini kunnu sambært galdandi lóg verða innheintað við panting. Harvið er longu í gildi ein heimild at innheinta skuld frá reiðarínum, og er hetta eisini ein vanligur og væl kendur háttur hjá almennum myndugleikum at innheinta skuld.
Í uppskotinum verður, sum nakað nýtt, lagt upp til, at skip í framtíðini kann verða strikað úr skipaskránni, um ársgjald ikki er rindað. Spurningur kann verða settur við, um hetta tiltakið er ov víðfevnt. Undir øllum umstøðum eigur eitt reiðarí at fáa áminningar um, at reiðaríið hevur skuld til Sjóvinnustýrið, áðrenn so víðfevnd stig verða tikin, sum tað at strika skipið.
Reiðarafelagið fyri handilsskip skal eisini vísa á, at tað á s. 5 í uppskotinum stendur: Við hesum kunnu skip umframt verða strikað, um tey ikki gjalda ella liva upp til krøvini um tryggan skiparakstur. Tað stendur einki um “tryggan skiparakstur” sum grundarlag fyri at strika skip úr skipaskránni. Tí verður spurt, um hendan orðingin á s. 5 er ein feilur?
Tað er umráðandi, at mannagongdirnar eru púra greiðar fyri innkrevjing av skuld, og at tað er ein einsrættað mannagond fyri til hvønn og hvussu ein áminning í hesum sambandi verður givin, so tað ikki er nakað ivamál um, hvørt áminningin er komin til rætta ella røttu móttakararnar. Tað sama er galdandi fyri eina so inntrívandi avgerð sum at strika eitt skip úr skipaskránni.