Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri høvið at ummæla uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsins játtanarskipan (Hámark fyri rakstrarútreiðsluvøkstri og løguætlan).
Samandráttur
Talan er um sonevnda fíggjarpolitiska regluverkið, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eftirspurt í fleiri ár. Uppskotið sum er sent til hoyringar, er ætlað at regulera útreiðslur landskassans. Føroya Arbeiðsgevarafelag kundi ynskt sær at kommunurnar eisini vórðu partur av einum fíggjarpolitiskum regluverki, men hinvegin fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at eitt uppskot um fíggjarpolitiskt regluverk fyri landið loksins verður lagt fram.
Endamálið við einum slíkum fíggjarpolitiskum regluverki er at tryggja eina støðuga gongd, har góðar tíðir verða nýttar til at tryggja mótstøðuførið og fyrireika seg til framtíðar avbjóðingar og bakkøst. Hetta hevur m.a. Nationalbankin lagt dent á í sínari greining av føroyska búskapinum (des. 2024)
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tó, at tað er neyðugt at gera fleiri broytingar í fyriliggjandi uppskoti, um endamálið við einum slíkum regluverki skal røkkast. Eitt nú heldur felagið ikki, at uppskotið í nóg stóran mun tálmar útreiðsluvøksturin, eins og tørvur er á øðrum supplerandi reglum fyri at røkka endamálinum.
Heldur ikki tekur uppskotið atlit til størri rationaliseringar. Um landsstýrið t.d. fremur effektiviseringsuppskot frá nýskipanarnevndini, gevur uppskotið til fíggjarpolitiskt regluverk ikki trygd fyri, at pengarnar ikki verða brúktir aðrastaðni.
Størsta avbjóðingin við uppskotinum er, at eingin tileggjan er at halda aftur við almennu lønarútreiðslunum, tí lønarútreiðslurnar kunnu vaksa við avtalaða (almenna) lønarkarminum + 1%. Um lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum t.d. í kollektivum sáttmála ger avtalu um ein árligan lønarvøkstur á 3% fyri komandi ár, kunnu lønarútreiðslurnar á fíggjarlógini økjast 4%. Um árligi almenni lønarvøksturin verður 4%, kunnu lønarútreiðslurnar økjast 5% o.s.fr. Hetta merkir, at líkamikið, hvat úrslit spyrst burturúr lønarsamráðingunum, kunnu útreiðslurnar á fíggjarlógini økjast samsvarandi, og so harumframt leggja 1% afturat. Ein slík skipan tálmar ikki útreiðslugongdini.
Sama er galdandi fyri innkeyp av vørum og tænatum. Um brúkaraprístalið hækkar 3%, kunnu almennu útreiðslurnar til innkeyp hækka 4% o.s.fr.
Ein trupulleiki við hesum er, at tað er als ikki vist, at inntøkur landskassans økjast í sama mun. Tí eigur reglan fyri at tálma útreiðsluvøksturin at verða broytt, so hon veruliga tálmar útreiðslunum, umframt at henda regla ikki kann standa einsamøll. Aðrar reglur eiga at verða gjørdar harumframt.
Niðanfyri verður greitt nærri frá hesum.
Tilmæli frá serfrøðini um fíggjarpolitisk regluverk
Seinastu árini eru átøk gjørd rættan vegin. Vit hava t.d. fingið Búskaparskipan Landsins (1996), játtanarlógina (2009), búskaparskipan fyri kommunurnar (2010) og búskapargrunnin (2011). Skal tað eydnast at spara upp í góðum tíðum, verður neyðugt at fara longur á hesi leið.
Hyggur ein eftir tilmælum frá serfrøðini, tá sigur OECD millum annað í fylgjandi frágreiðing “FISCAL CONSOLIDATION: LESSONS FROM PAST EXPERIENCE”, at skilagott og neyðugt er at hava hesar reglur:
- Budget target:. javnvág millum inntøkur og útreiðslur yvir tíð t.d. 5 ár.
- Expenditure target: eitt hægsta mark fyri vøkstri í útreiðslunum.
- Rule to deal with windfall revenues: óvanligar ella sera skiftandi inntøkur verða beindar í búskapargrunn.
- Golden rule: tað er ikki loyvt at læna til nýtslu - bert til íløgur, sum koma framtíðar ættarliðum til góðar.
Meting av fyrliggjandi uppskoti í mun til tilmælini frá serfrøðini
Av hesum fýra reglum hevur fyriliggjandi uppskot bert eitt mark fyri útreiðsluvøksturin (expenditure target). Og tann hátturin, sum hetta mark verður sett, hevur við sær, at tað ikki virkar serliga tálmandi fyri útreiðslugongdina, so sum greitt er frá omanfyri.
Reglan um javnvág millum útreiðslur og inntøkur (Budget Target) og eitt hægstamark fyri útreiðsluvøkstri (Expenditure target) sýnast at røkka sama endamáli, men í einum fíggjarpolitiskum regluverki er neyðugt er at hava báðar. Í góðum tíðum, tá inntøkurnar vaksa skjótt, er neyðugt at tálma almenna útreiðsluvøksturin. Hetta til tess at tálma ein búskap, sum frammanundan er heitur, men eisini at tryggja okkum, at vit ikki í uppgangstíðum átaka okkum útreiðslur, ið vit ikki klára at varðveita, tá búskapurin javnar seg aftur.
Tørvurin á at hava reglur um óvanligar ella sera skiftandi inntøkur (Windfall revenues), hava vit m.a. staðfest í inniverandi fíggjarári, har inntøkurnar frá loyvis- og veiðigjøldum hava verið væl minni enn mett. Um allar hesar inntøkur fóru í ein búskapargrunn, og útgjaldið so varð javnað yvir eitt áramál, t.d. 10 ár, høvdu vit betri kunnað tryggjað eina javna gongd, har sveiggini ikki høvdu líka stóra ávirkan á úrslitið.
Tørvur er á, at fíggarpolitiska regluverkið er vð til at javna konjukturávirkanina á fíggjarpolitikkin. Helst skulu vit hava eitt regluverk, sum virkar konjunkturmótgangandi, t.d. at útreiðsluvøksturin verður avmarkaður í góðum tíðum, og øvugt í ringum tíðum. Fyriliggjandi uppskot røkkur ikki tí endamálinum.
Uppskotið tekur einans støði í gongdini í einum einstakum ári. Føroya Arbeiðsgevarafelag skjýtur upp, at fíggjarpolitiska regluverkið fær ein innbygdan trekleika, so tað er gongdin yvir fleiri ár, sum avger markið fyri útreiðsluvøksturin.
Í hjálagda skjali er eitt dømi, sum vísur hvussu ein slíkur trekleiki kann innbyggjast í fíggjarpolitiska regluverkið (sí skjal 1).
§ 7 b í uppskotinum skipar fyri løguætlan (12 ár; fyrstu 3 ár bindandi) og at fíggjarlógin ikki kann seta meira av til løgur ella løgukendar útreiðslur enn løguætlanin loyvir.
Hetta er eitt framstig í mun til verandi skipan, men einki beinleiðis lánihámark er sett:
uppskotið sigur ikki, at rakstrarhall ikki má fíggjast við láni (ella at lán mugu avmarkast til løgur). Tað er sjálvur golden rule kjarnin, sum OECD mælir til.
Harumframt hevur tað týdning, at eykajáttanir eisini halda seg innanfyri fíggjarpolitiska regluverkið, so tað ikki verður ein háttur at sleppa uttanum avmarkingarnar.
Tilmæli frá Føroya Arbeiðsgevarafelag
Samanumtikið hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag hesi tilmæli:
- Broyt avmarkingina fyri útreiðsluvøksturin, so størri trekleiki verður bygdur inn í skipanina heldur enn bara at grunda tað á eitt ár. Víst verður til dømið í skjal 1. Um Fíggjarmálaráðið heldur fast við, at lønarútreiðslurnar skulu grundast á ein árligan karm, hevði tað verið ein frægari loysn at brúkt privata lønarkarmin.
- Legg afturat eina fleirárliga strukturella javnvágsreglu, sum er reinsað fyri konjunktur-, eingangs-, og skiftandi inntøkur frá avgjøldum á fiski- og alivinnu. T.d. at javnvág skal vera yvir eitt 5 ára skeið.
- Ger eina skipan fyri at handfara einaferðsinntøkur, og inntøkur, sum vit av royndum vita eru serliga sveiggjandi, herundir inntøkur frá loyvis- og veiðigjøldum. Hesar eiga allar at fara í búskapargrunn, og ein regla eigur at verða fyri, hvussu útgjøld úr grunninum verða javnaði yvir fleiri ár, t.d. 7 ár.
- Ger einá golden rule áseting, sum avmarkar møguleikan at upptaka lán til rakstur. Hetta krevur eisini eina týðiliga definitión av, nær talan er um rakstur og løgu.