Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at gera viðmerkingar til uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Fríir ágóðar, CRS og CARF)
Í uppskotinum verður upplýst, at lógaruppskotið hevur samband við tveir millumtjóðasáttmálar, sum Føroyar hava bundið seg til at fylgja, t.e. CRS og CARF, sum eru styttingar fyri ávikavist Common Reporting Standard og Cryto-Asset Reporting Framework.
Við lógaruppskotinum verður skattalóggávan dagførd samsvarandi broytingum í CRS og samsvarandi CARF.
Í uppskotinum verður upplýst, at uppskotið ikki hevur umsitingarliga ella fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at skattalóggávan verður dagførd samsvarandi teimum altjóða standardum, sum Føroyar hava bundið seg til at halda, og at skattalógin í hesum sambandi m.a. fær dagførdar reglur um kryptoognir.