Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskotið.
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at verkætlanarstuðulin verður tikin av, og at stuðulin í staðin verður knýttur at rakstrinum hjá miðlunum. Hetta er í tráð við okkara hoyringssvar frá 2025, har vit vístu á, at stuðulin eigur at styrkja miðlar við veruligari journalistiskari framleiðslu og starvsfólkum.
Sum meginregla heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at almennar stuðulsskipanir eiga at vera einfaldar, gjøgnumskygdar og byggja á javnbjóðis treytir. Vit seta tí spurnartekn við, at 10 prosent av játtanini verða býtt eftir, hvar miðilin hevur høvuðssæti. Staðsetingin sigur ikki í sjálvum sær nakað um vavið av virkseminum og kann hava við sær ymiskar stuðulstreytir fyri miðlar, sum annars virka á sama marknaði.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at stuðulin verður býttur eftir greiðum og eins treytum, við støði í veruliga virkseminum hjá miðlunum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki fleiri viðmerkingar til uppskotið.
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um miðlastuðul
Hoyringssvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag