Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin)

Hoyringarsvar frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip

Reiðarafelagið fyri Handilsskip 02. februar. 2026 | Hoyringssvar

Reiðarafelagið fyri Handilsskip takkar fyri møguleikan at gera viðmerkingar til uppskotið.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur víst á, at galdandi avmarking í § 4, stk. 2 í tonsaskattalógini um time-charter í tveir mánaðir avmarkar vanliga virksemið hjá føroyskum reiðaríum, og tí hevur felagið sett ynski fram um, at lógin verður broytt. 

Felagið fegnast tí um, at landsstýriskvinnan nú tekur stig til at broyta lógina. 

Broytingin, sum lagt verður upp til at gera, svarar tó ikki til tey ynski, sum felagið setti fram í mars 2025, og tí verður heitt á landsstýriskvinnuna um at gera tillagingar í uppskotinum, so tað gongur ynskjum felagsins á møti. Serliga er neyðugt at undirstrika, at avmarkingin á 18 mánaðir, sum uppskotið leggur upp til, er ov tepur og ikki svarar til tann veruliga rakstrartørvin, ið shippingvinnan hevur.

Broytingar í tonsaskattalógini, sum eru gjørdar tey seinnu árini
Í 2020 og 2021 vórðu broytingar gjørdar í tonsaskattalógini, har eitt av endamálunum var at forða fyri, at útlendsk reiðarí skuldu kunna nýta tonsaskattaskipanina uttan, at skipini vóru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni (FAS). Við lógarbroytingini í 2020 kom tí krav um, at skip skuldu vera skrásett í FAS fyri at kunna vera undir tonsaskattaskipanini.  

Í 2021 varð orðingin um skráseting í FAS tillagað, soleiðis at onki krav er um skráseting í FAS, tá ið talan er um stutttíðar time-charter upp til tveir mánaðir. Orsøkin til hesa broyting var, at útlendsk skip skuldu kunna leigast við manning (time-charter), meðan føroysk skip fóru til klassing, smærri umvælingar el.tíl. 

Hetta undantak hevur síðani víst seg ikki at vera nøktandi, og fyri at varðveita kappingarførið hjá føroyskum reiðaríum er neyðugt aftur at gera broytingar í tonsaskattalógini. 

Tørvur á dagførdum ásetingum um time-charter
Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur í samskifti við landsstýriskvinnuna víst á týdningin av, at føroysk reiðarí hava møguleika til at leiga skip við manning, og at virksemið skal kunna vera fevnt av tonsaskattalógini í eitt longri tíðarskeið enn sambært galdandi lóg.

Tá ið Reiðarafelagið fyri Handilsskip í 2021 gjørdi vart við tørvin á, at feløg skulu hava møguleika at leiga skip sum time-charter í upp til tveir mánaðir, vóru hesar støður, sum eru lýstar niðanfyri, ikki nóg frammaliga í huga. 

Nú eru fleiri ítøkilig dømi um, at avmarkingin spennir bein fyri virkseminum hjá føroyskum reiðaríum, og tað hevur neyvan verið ætlaða endamálið við ásetingini. 

Tað kunnu vera nógvar ymiskar orsøkir til, at eitt reiðarí hevur tørv á at leiga eitt skip við manning (time-charter). Sum dømi kunnu nevnast:
1.    Endurnýggjan av skipaflotanum
2.    Umfatandi umvælingar
3.    Nýtt virksemi
4.    Mangul uppá tonnagu

Viðv. 1 - Endurnýggjan av flotanum:
Endurnýggjan av skipaflotanum er natúrligur partur av virkseminum hjá reiðaríum. Fyri at tryggja kappingarføri kann tað vera skilagott at selja eldri skip, um ein keypari bjóðar rætta prísin, og í onkrum føri er løtan tann rætta, áðrenn nýbygningurin er liðugur. 

Í slíkum førum kann tað verða neyðugt at leiga eitt skip inn fyri ávíst tíðarskeið, inntil nýggja skipið er klárt. Avmarkingin í lógini minkar munandi um fleksibilitetin hjá føroyskum reiðaríum í slíkum støðum. 

Í síðsta enda kann hetta skerja kappingarførið munandi, tí avmarkaða tíðarskeiðið ger tað trupult at skipa sølu og skifti av flotanum. 

Talan kann bæði vera um at byggja nýtt skip ella keypa brúkt skip. Í báðum førum kann levering verða avtalað fram í tíð, og tá kann verða fyrimunur at selja skipið beinanvegin, sum skal skiftast út, og leiga annað skip sum time-charter í bíðitíðini.

Viðv. 2 - Umfatandi umvælingar og/ella umbyggingar: 
Um talan er um umvælingar av skipi, sum strekkja seg yvir eitt longri tíðarskeið, kann tað vera neyðugt at fáa annað skip í rakstur hetta tíðarskeiðið. Hvørt innleigað skip verður leigað sum bare-boat ella time-charter veldst um, hvat slag av skipi er tøkt á leigumarknaðinum til at røkja ávísu uppgávuna. 

Væntandi verða størri umvælingar og/ella umbyggingar á skipum meira vanligar frameftir; serliga í sambandi við umlegging til grønar orkuloysnir. Hetta er neyðugt, fyri at handilsflotin skal lúka krøvini um netto-null útlát.

Tað er týdningarmikið, at lóggávan tekur hædd fyri hesum, og er við til at stuðla undir hesa menning.

Viðv. 3 - Nýtt virksemi:
Um reiðarí vil royna nýggja rutu ella nýggjan vinnuveg, kann tað vera neyðugt at leiga skip sum time-charter. Í slíkum førum kann vera tøvur á einari royndartíð, sum kann geva grundarlag fyri strategiskum avgerðum og íløgum í nýtt skip. Tíðaravmarkingar í lógini forða fyri, at reiðarí kunnu royna hendan møguleikan á einum kappingarførum grundarlagi. 

Viðv. 4 – Mangul uppá tonnagu:
Støðan kann vera hon, at tað yvirskipað er mangul uppá tonnagu, og kunnu orsøkirnar til tað vera fleiri, m.a. at einki skip fæst til keyps, veitingartíðirnar hjá skipasmiðjum eru langar, strammur fíggjarmarknaður osfr.

Kappingarføri og samanbering við aðrar skipaskráir
Í eini altjóða shippingvinnu er kappingarføri avgerandi. Reiðarí velja skipaskrá og skattaskipan út frá støðugum kørmum, fleksibiliteti og samsvari við veruligan rakstur.

Í hesum sambandi er vert at vísa á, at aðrar viðurkendar skipaskráir, herundir Malta og Cyprus, í høvuðsheitum hava tonnage-tax skipanir, har:

-    time-charter virksemi kann verða fevnt, uttan at vera bundið av stuttum føstum tíðaravmarkingum, og
-    dentur verður lagdur á heildarmetingar av virkseminum og tilknýtinum hjá reiðarínum, heldur enn á einfaldar tíðaravmarkingar.

Í summum skipanum verður nýtt eitt heildar- ella prosentligt sjónarmið í mun til samansetingina av flotanum, heldur enn at áseta stuttar, absoluttar tíðaravmarkingar fyri einstøk skip. Hetta gevur vinnuni støðugar karmar og ger skipanina meira kappingarføra í altjóða høpi.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip heldur, at føroyska tonsaskattaskipanin eigur at leggja seg á eitt tilsvarandi støði, soleiðis at Føroyar ikki gerast minni kappingarførar enn aðrar skipaskráir, sum vit kappast við um at tiltrekkja og varðveita shippingvirksemi.

Áheitan um at tillaga lógaruppskotið
Reiðarafelagið fyri Handilsskip skal vísa á, at eitt tíðarskeið á 18 mánaðir, sum lagt verður upp til í lógaruppskotinum, er ov avmarkandi í mun til tann tørv, ið vinnan hevur á at kunna leiga skip sum time-charter. 

Felagið hevur sett ynski fram um, at tíðarskeiðið ikki skal vera avmarkað til ávíst tal av mánaðum, men at tað heldur skal vera avgerandi, at skipið hevur strategiskan og handilsligan rakstur úr Føroyum, ella alternativt at time-charter skal vera møguligt undir tonsaskattalógini í eitt 5 ára tíðarskeið. 

Á henda hátt fáa føroysk reiðarí hóskandi karmar at virka undir samstundis sum útlendsk reiðarí, ið ikki hava veruligt tilknýti til Føroyar, ikki kunnu koma undir tonsaskattaskipanina. Hetta var tað, ið lógarbroytingin í 2020 skuldi forða fyri, og mett verður ikki, at tær broytingar, sum felagið nú biður um, eru í andsøgn við hetta.

Samanumtikið mælir RFH til, at lógaruppskotið verður broytt soleiðis, at:

-    ongin føst tíðaravmarking verður sett á time-charter, tá skipini verða strategiskt og handilsliga rikin úr Føroyum, og
-    dentur verður lagdur á veruligt virksemi, støðugar karmar og kappingarføri, í samsvari við altjóða praksis innan shipping og tonsaskattaskipanir.

Endamálið eigur at vera at tryggja eina fleksibla, kappingarføra og haldgóða tonsaskattaskipan, sum stuðlar undir føroyska shippingvinnu.

Viðmerkingar av lógartekniskum slagi

1.    Í § 1, nr. 1 í lógaruppskotinum verður skotið upp at strika 2. pkt. í § 4, stk. 2. 
Mælt verður til, at ásetingin um 2 mánaðir ikki verður strikað, tí ein striking er ein herðing av treytunum fyri tey, sum ikki kunnu verða fevnd av ásetingini í § 1, nr. 2 í lógaruppskotinum.

2.    Í § 1, nr. 2 í lógaruppskotinum verður ásett sum treyt, at skipið skal vera strategiskt og handilsliga rikið úr Føroyum. Í serligu viðmerkingunum til uppskotið verður hetta endurtikið, og samstundis verður nágreinað, hvat hetta merkir. 

Neyðugt verður at umorða serligu viðmerkingirnar til ásetingina, so samsvar er millum tað, sum stendur í viðmerkingini, og hvat time-charter í veruleikanum er. 

Tá talan er um time-charter av einum skipi verður skipið leigað við manning, og manningarviðurskiftini liggja tí ikki hjá reiðarínum, sum leigar skipið. Útleigari tekur sær av tí partinum av rakstrinum, sum hevur við manningarviðurskifti, tekniskt viðlíkahald av skipinum, klassing, ISM/ISPS o.a. at gera. Leigari tekur sær av tí partinum av rakstrinum, ið hevur við handilsliga og strategiskar partin av virkseminum at gera, heruppií avgerðir um, hvussu skipið verður nýtt, kundasambond og frakt-/leigusáttmálar, marknaðaratgongd og kommersiella nýtslu og fíggjarligar avgerðir knýttar at skipinum, sum er leigað sum time-charter. 

Fyri at sleppa undan tulkingarivamálum seinni eigur serliga viðmerkingin at verða umorðað, so tað verða nágreinað, hvat tað í veruleikanum merkir, at eitt skip undir time-charter verður handilsliga og strategiskt rikið úr Føroyum. Felagið skjýtur upp hesa orðingina:

At skipið strategiskt og handilsliga verður rikið úr Føroyum merkir, at tær grundleggjandi strategisku og handilsligu avgerðirnar, sum reiðaríið sambært avtaluni um time-charter hevur ræði á, verða framdar úr Føroyum ella hava eitt veruligt tilknýti til Føroyar. 

Hetta fevnir m.a. um handilsliga nýtslu av skipinum, avtalur og umsiting av charter- og fraktsáttmálum, marknaðaratgongd, kundasambondum og fíggjarligum avgerðir knýttar at time-charter rakstrinum.

Funktiónir, sum sambært avtaluni um time-charter liggja hjá eigaranum av skipinum, herundir manning, tekniskt viðlíkahald og klassing, eru ikki avgerandi atlit í sambandi við metingina, hvørt skipið handilsliga ella strategiskt verður rikið úr Føroyum.

Metingin byggir á eina heildarmeting av handilsliga og strategiska virkseminum, sum reiðaríið reelt útinnir og hevur ræði á úr Føroyum.

Felagið hevur eisini viðmerking til hesa orðingina í serligu viðmerkingini: Avmarkingin til skip, sum strategisk og handilsliga verða rikin úr Føroyum skal tryggja, at tað ikki vera lagdar umsitingarligar byrðar á TAKS í sambandi við útlendsk reiðarí.

Felagið heldur, at hetta eigur at verða broytt til:
Avmarkingin hevur til endamáls at forða fyri, at reiðarí uttan veruligt handilsligt og strategiskt tilknýti til Føroyar kunnu leiga skip inn undir tonsaskattaskipanina við time-charter.

3.    Sambært § 2 í uppskotinum kemur løgtingslógin í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

Felagið skal vísa á, at tað er viðkomandi at taka støðu til, hvat inntøkuár ella roknskaparár lógin skal hava virknað fyri, og tí verður mælt til, at hetta verður ásett í § 2 í uppskotinum.

Felagið gjørdi vart við trupulleikan í mars 2025, og tað hevur tikið tíð at fyrireika uppskotið. Felagið ynskir, at lógin fær virknað fyri inntøkuár, ið byrja 1. januar 2026.

Les uppskotið her