Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum

Hoyringssvar frá Havbúnaðarfelagnum

Havbúnaðarfelagið 08. februar. 2024 | Hoyringssvar | Havbúnaður

Havbúnaðarfelagið takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum.

Havbúnaðarfelagið heldur tað er týdningarmikið at vísa á, at alivinnan longu í dag er undirløgd umfatandi krøvum og eftirliti (Heilsufrøðiligustarvsstovuni) til bæði aliútbúnað og útgerð v.m.
sambært krøvunum í Løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m. (Alilógin), har §9 snýr seg um anlegg, styrki, eginleikar, nýtslu, góðkenningarskipanir v.m.. Harumframt er Arbeiðs-eftirlitið, sum hevur eftirlit við arbeiði.


Havbúnaðarfelagið mælir tí til, at allir viðkomandi myndugleikar saman við Havbúnaðarfelagnum tryggja, at markamótini millum ymisku myndugleikarnar verða greitt lýst og avmarkaði, so ymisku myndugleikarnir ikki umskarast hvønn annan tá sýn ella eftirlit verða gjørd. Ov umfatandi málsviðgerð og tung fyrisiting verður, tá fleiri myndugleikar skulu viðgera og góðkenna sama øki. Hetta vil gera tað bæði trupult og tyngjandi í dagliga arbeiðinum hjá vinnuni. Havbúnaðarfelagið mælir frá at ymiskir myndugleikar skulu hava eftirlit og sýn við somu útgerð, og hartil taka gjald fyri tað.


Hartil metir Havbúnaðarfelagið, at galdandi kunngerð um ”flydende fiskeopdrætsanlæg” eigur at dagførast áðrenn man byrjar at gera sýn av flótandi alibrúkum. Her verður mælt til, at Sjóvinnustýrið saman við Havbúnaðarfelagnum, finna ein leist sum hóskar til virksemi sum er í dag.


Viðvíkjandi sýnum av flótandi alibrúkum, so metir Havbúnaðarfelagið at tað hevur týdning at Vinnumálaráðið lýsir hvussu hendan kunngerðin stendur í mun til aðra alilóggávu, sum Vinnumálaráðið eisini varar av. Hartil eisini hvørjar avleiðingar verða, um eitt alibrúk ikki megnar at tillaga eina sýnsviðmerking, áðrenn eina ásetta freist, t.d. vegna liggjandi illveður á einum alifjørði.

Havbúnaðarfelagið vil hartil vísa á, at felagið hevur tað fatan, at heimildir til ásetan av gjøldum eiga at verða grundaðar á skjalprógvaðar útreiðslur. Eitthvørt gjald hjá Sjóvinnustýrinum eigur tí at verða grundað á skjalprógvaðar útreiðslur sum Sjóvinnustýrið hevur.


Vinarliga
Havbúnaðarfelagið


Øssur M. Dalbúð