Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbjóðing v.m. (Undantak frá kravinum um at útbjóðingartilfar skal vera á føroyskum máli)

Hoyringarsvar frá Føroya Handverksmeistarafelag

Føroya Handverksmeistarafelag 08. desember. 2025 | Hoyringssvar

Føroya Handverksmeistarafelag takkar fyri høvið at koma við viðmerkingum til uppskotið um at víkja frá kravinum um føroyskt útbjóðingartilfar í stórum verkætlanum.
Felagið metir, at uppskotið ikki tekur nøktandi atlit at teimum avleiðingum, sum broytingin kann hava fyri førleikamenning, gjøgnumskygni og javna kapping í føroysku byggivinnuni.
Tí mælir Føroya Handverksmeistarafelag til, at uppskotið verður tikið aftur.

Eitt uppskot við avmarkaðum grundarlagi
Føroya Handverksmeistarafelag hevur virðing fyri ynskinum um at skapa smidligheit í heilt serligum førum. Kortini metir felagið, at grundgevingarnar í uppskotinum ikki eru nóg haldgóðar og kunnu hava óneyðugar og óhepnar avleiðingar fyri føroyskar fyritøkur.
Í verki er tað ikki kravið um føroyskt útbjóðingartilfar, sum dregur kappingina niður. Væl útarbeitt tilfar og greiðar verkætlanarlýsingar hava altíð gjørt tað møguligt bæði fyri útlendskar og føroyskar fyritøkur at bjóða.
Tí eigur dentur at verða lagdur á at styrkja førleikarnar at gera gott útbjóðingartilfar heldur enn at minka um kravið til tað.

Ein ógreið og vandamikil áseting um at meta um føroyska kappingarførið
Uppskotið heimilar eisini frávík, um arbeiðið er av slíkum slag, har frammanundan verður mett, at eingin ella bert ein einstøk føroysk fyritøka kann bjóða upp á arbeiðið.
Føroya Handverksmeistarafelag tekur ikki undir við hesi áseting. Hon er bæði ógreið og metodiskt veik. Tað er ógjørligt at staðfesta við tryggum grundarlagi, hvussu nógvar fyritøkur kunnu bjóða, áðrenn útbjóðingartilfarið er liðugt og almannakunngjørt.
Hetta ivamál setir eisini viðkomandi ábyrgdarfólk í eina trupla støðu: Hvør skal gera slíka meting og eftir hvørjum leisti?
Um ásetingin verður tikin inn í lógina, er sannlíkt, at hon kann verða brúkt sum grundgeving fyri at halda føroyskum fyritøkum uttanfyri uttan haldgóða orsøk – serliga í ljósinum av júst tí, sum uppskotið byggir á: At summir byggiharrar ikki megna at bjóða út á føroyskum máli.
Ein slík skipan økir um váðan av subjektivum metingum og minkar um álitið á almenn útboð. Tað er ikki ein gongd leið – hvørki fyri byggivinnuna ella samfelagið.
Føroya Handverksmeistarafelag heldur tí, at henda áseting eigur at verða tikin burtur.

Vilja vit menna og varðveita førleikar í Føroyum?
Stórar verkætlanir eru ein týdningarmikil drívmegi í førleikamenningini í føroysku byggivinnuni. Eingin verkætlan er so serstøk, at vit ikki kunnu taka royndir og vitan við okkum til komandi arbeiði.
Um stórar verkætlanir í størri mun verða lagdar til rættis á øðrum máli enn føroyskum, kann tað føra við sær, at førleikar ikki verða varðveittir, og at vitanarflutningur frá útlendskari serfrøði verður avmarkaður.
Hetta eigur at verða havt í huga, áðrenn lógargrundarlagið verður broytt.

Almennir og kommunalir byggiharrar hava ein lyklaleiklut
Felagið metir, at almennir byggiharrar eiga at ganga á odda í at tryggja, at føroyskt arbeiðsmál verður varðveitt í stórum verkætlanum. Har ið tørvur er á útlendskari serfrøði, eigur hon at verða innheintað umvegis føroyskar fyritøkur, so vitan og ábyrgd framvegis verða verandi í landinum.
Eitt málsligt undantak eigur ikki at verða brúkt sum loysn fyri manglandi útbjóðingararbeiði ella fakligum avbjóðingum.

Føroyskt sum arbeiðsmál – ein kappingarfyrimunur
Kravið um føroyskt útbjóðingartilfar varð upprunaliga sett í verk fyri at tryggja gjøgnumskygni og at skapa ein javna kapping fyri føroyskar fyritøkur.
Hetta hevur framvegis stóran týdning. Við at varðveita føroyskt sum arbeiðsmál tryggja vit bæði greitt samskifti og eitt sterkt og vaksandi fakumhvørvi.

Um revsiásetingina: Lógin eigur at vera fullfíggjað, um broytingar skulu gerast
Føroya Handverksmeistarafelag vil eisini vísa á, at revsiásetingin í § 8 í galdandi útbjóðingarlóg ikki fevnir um møgulig brot av § 2, sum snýr seg um kravið um føroyskt útbjóðingartilfar. Um landsstýrið ætlar at arbeiða víðari við broytingum á hesum øki, er serliga umráðandi, at lógargheimildin er greið og fullfíggjað.
Tað er ikki haldbart, at ásetingar um føroyskt arbeiðsmál verða settar til viks, samstundis sum lítil ella eingin revsiheimild er fyri møgulig brot av somu ásetingum.
Skal útbjóðingarlógin tillagast, eigur hetta eisini at fevna um eina dagførda revsiáseting, har brot av § 2 og øðrum viðkomandi greinum verða týðiliga fevnd av § 8. Hetta tryggjar greiðar skyldur og ábyrgdir fyri útbjóðarum og tryggjar, og at lógin kann setast í gildi á ein fullfíggjaðan hátt.
Føroya Handverksmeistarafelag mælir tí til, at revsiásetingin verður dagførd, um arbeiðið við lógarbroytingum heldur fram.

Tilmæli: Uppskotið eigur at verða tikið aftur
Føroya Handverksmeistarafelag mælir staðiliga til, at uppskotið verður tikið aftur uttan víðari viðgerð.
Felagið metir, at grundarlag er ikki fyri at arbeiða víðari við hesi lógarbroyting. Hon loysir ikki veruligar avbjóðingar, og hon førir við sær óvissu um førleikamenning, gjøgnumskygni og javna kapping í føroysku byggivinnuni.
Tí eigur arbeiðið við hesum uppskoti at steðga her. Um tørvur er á tillagingum á útbjóðingarøkinum, eigur tað heldur at verða gjørt í øðrum høpi – á fakligum grundarlagi og í veruligum samráð við vinnuna.
Føroya Handverksmeistarafelag er kortini sinnað at taka lut í sakligum samstarvi um tiltøk, sum veruliga styrkja byggivinnuna og førleikarnar í Føroyum.

Les uppskotið her

Javntekstur