Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbjóðing v.m. (Undantak frá kravinum um at útbjóðingartilfar skal vera á føroyskum máli)

Hoyringarsvar frá Ráðgevarafelagnum

Ráðgevarafelagið 08. desember. 2025 | Hoyringssvar

Við hesum sendir Ráðgevarafelagið viðmerkingar til uppskotið um broyting í løgtingslóg um útbjóðing.

Ráðgevarafelagið heitir staðiliga á Tilfeingis- og vinnumálaráðið um at taka uppskotið aftur, tí hetta kann fáa sera óhepnar avleiðingar fyri okkara vinnu. Felagið hevur niðanfyristandandi grundgevingar fyri hesi áheitan.

Ráðgevarafelagið
Tá ið Ráðgevarafelagið varð stovnað, var endamálið at varpa ljós á karmarnar hjá vinnuni og at vera á varðhaldi, so ráðgevaravinnan í Føroyum fekk somu rættindi sum útlendskir kappingarneytar.

At vit sum lítið samfelag yvirhøvur hava eina sjálvbjargna ráðgevaravinnu er ongin sjálvfylgja – heldur hinvegin er tað nærum óhoyrt. Hetta líkist so mongum øðrum í okkara samfelag, bæði innan fyri ítrótt og vinnulív, sum sambært vanligari hagfrøði helst ikki eigur at kunna lata seg gera.

Við upp í móti 200 vitanarstørvum er henda vinnan eisini ein týðandi liður í menningini av einum framkomnum samfelagi, sum ung velja til – tí her ber til at búleikast og trívast í spennandi størvum.

Karmarnir
Ein avgerandi fortreyt fyri, at vit kunnu hava eina ráðgevaravinnu í Føroyum, er, at vit hava somu møguleikar at kappast undir sum okkara útlendsku kappingarneytar. Tað er tí sera umráðandi, at tað almenna – sum er við til at skipa og áseta karmarnar – skilir grundarlagið fyri, hvat javnbjóðis kapping er.

Føroyska málið er ein hornasteinur í slíkari javnbjóðis kapping. Í øðrum londum verða uppgávur altíð bodnar út á teirra egna móðurmáli, og tað eiga vit eisini at gera og halda fast við. Um vit ikki gera hetta í Føroyum, so hava vit ongantíð ein fyrimun á egnum heimavølli.

Vit hava sum samfelag brúkt omanfyri eina hálva milliard krónur til at geva fótbólti og hondbólti ein heimavøll, tí ítrótturin veit, at tað er ein treyt fyri at kunna gera seg galdandi.

Ráðgevarafelagið biður ikki um fyrimunir, men um somu treytir sum okkara kappingarneytar, sum allir hava ein tryggan heimavøll at virka undir.

Málið
Føroyska málið er okkara heimavøllur. Fakmálið í vinnuni er føroyskt, og vit samskifta á føroyskum við samstarvsfólk og viðskiftafólk, sum í stóran mun eisini eru føroyingar. Vit eru góð við okkara mál og leggja okkum dagliga eftir at menna fakmálið. Tað er okkara skylda sum føroyingar, tí ongin annar fer at gera tað fyri okkum.

Vit síggja tíverri, at fakmálið er hótt; serliga vegna danskar íblandingar. Tí eigur tað almenna at ganga á odda fyri at varðveita og menna fakmálið heldur enn at geva eftir, sum hetta uppskotið leggur upp til.

Danskt, norðurlendskt og enskt eru hvørki okkara gerandismál ella fakmál. At krevja, at vit skulu gera útboðstilfar á øðrum máli enn føroyskum, er kappingaravlagandi. Tí er okkara greiða fatan, at alt útboðstilfar til bygging í Føroyum eigur at vera á føroyskum.

Menning
Í teimum meira enn fimtan árunum, sum Ráðgevarafelagð hevur virkað, hava vit aftur og aftur hoyrt, at byggivinnan ikki skal vera før fyri at lyfta størri uppgávur. Tað er næstan altíð tað almenna, sum gongur á odda í at sáa henda iva.

Vit í byggivinnuni standa spyrjandi. Gamaní er okkurt slag av bygging, sum krevur serliga vitan, men tað er ongantíð ein trupulleiki at útvega sær slíka vitan – heldur tvørturímóti. Vit mugu eisini ásanna, at vinnan ikki er líka stór og mannsterk sum vinnur uttanlands, men tað er eftir okkara tykki heldur ikki ein avbjóðing.

Innan fyri ráðgevaravinnuna er eingin verkætlan, sum tað almenna, almenn partafeløg, kommunur ella interkommunalir felagsskapir lata fara av bakkastokki, so stór, at føroyska vinnan ikki megnar uppgávuna. Tað er bara ein spurningur um, hvørt tú ynskir at skera verkætlanina til eftir einum føroyskum leisti.

Ráðgevarafelagið hevur tí ta greiðu áskoðan, at almennar íløgur fyrst og fremst skulu gagna føroyska samfelagnum.

Um vit ikki fáa høvi at loysa størri og meira avbjóðandi verkætlanir enn tær, vit áður hava gjørt, so standa vit í stað. Tí er tað umráðandi, at vit sum vinna fáa møguleikan, tá ið høvið býðst. Okkara marknaður er lítil, og skulu vit kunna virka uttanlands, so mugu vit hava royndir og tilvísingar frá verkætlanum heima.

Okkara førleikar verða eftirspurdir aðrastaðni, men vit sleppa ongantíð upp í part uttan slíkar tilvísingar. Ov ofta hava vit hildið okkum aftur og latið hesar verkætlanir fara til útlendskar kappingarneytar.

Í staðin fyri at lata føroyskar verkætlanir upp í hendurnar á útlendskum fyritøkum eiga vit tryggja, at føroyskar fyritøkur hava javnbjóðis møguleikar at koma upp í part.

Viðmerkingar til ásetingarnar í uppskotinum
Uppskotið leggur upp til, at víkjast kann frá føroyska málinum, um ein uppgáva er av slíkum slagi, har frammanundan er greitt, at eingin ella bert ein einstøk fyritøka kann bjóða upp á arbeiðið.

Ráðgevarafelagið undrast á hesa áseting: Hvør skal vera skikkaður, og hvør hevur neyðugar førleikar til at meta um, at eingin ella einans ein føroysk fyritøka er før fyri at bjóða upp á eina uppgávu? Og hvørji skulu vera metingarstøðini fyri slíka niðurstøðu? Er tað í tráð við okkara rættartrygd og við okkara fatan av javnbjóðis kapping, at onkur tilvildarligur kann staðfesta, at eingin ella bert ein føroysk fyritøka kann loysa eina uppgávu? Ráðgevarafelagið metir, at talan er um eina vandamikla orðing, sum kann elva til óbótaligan skaða fyri eina vælvirkandi vinnu.

Harumframt hoyrir ein slík áseting ikki heima í einum rættarsamfelagi og á einum øki, har rættartrygd og objektivitetur eiga at verða raðfest høgt.

Eisini verður í uppskotinum mælt til, at víkjast kann frá føroyska málinum, um ein uppgáva er av slíkum slag, at útbjóðingartilfarið skal verða góðkent av útlendskum myndugleika. Okkara vitan er, at tað eru føroyskir myndugleikar, sum ráða fyri borgum í Føroyum.

Har ið tað ikki eru føroyskir myndugleikar, eru tað danskir myndugleikar, sum hava heimild. Tá ið danskir myndugleikar byggja, verður útboðið skipað eftir donsku útboðs- og tilboðslógini. Okkum vitandi eru ongir aðrir myndugleikar, sum kunnu seta krøv í Føroyum.

Harumframt leggur uppskotið upp til, at víkjast kann frá føroyska málinum, um ein verkætlan verður mett at kosta meira enn 500 mió. kr. samanlagt. Hetta er ein sera ógreið áseting, sum hevur fleiri spurningar enn svar. Ráðgevarafelagið heldur als ikki, at slík áseting hoyrir heima í lóggávu av hesum slagi.

Áheitan
Sum áður nevnt mælir Ráðgevarafelagið staðiliga Tilfeingis- og vinnumálaráðnum til at taka uppskotið aftur uttan víðari viðgerð, tí hetta kann oyðileggja eina vinnu, sum hevur verið í støðugari menning í áratíggju.

Vit mæla Tilfeingis- og vinnumálaráðnum til heldur at styrkja karmarnar um føroyska málið, so føroyska byggivinnan kann menna eitt enn sterkari føroyskt fakmál – í staðin fyri at seta tað í váða, sum uppskotið er við til at gera.

Les uppskotið her

Javntekstur