Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o.ø. (Lønarendurgjald fyri aspirantar)

Hoyringarsvar frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip

Reiðarafelagið fyri Handilsskip 29. desember. 2025 | Hoyringssvar

Reiðarafelagið fyri handilsskip takkar fyri møguleikan at gera viðmerkingar til uppskotið.

Í juni mánað í 2024 lat ein arbeiðsbólkur eitt tilmæli um endurskoðan av apirantskipanini úr honum. Reiðarafelagið fyri handilsskip luttók í hesum arbeiðinum.

Eitt av tilmælunum hjá arbeiðsbólkinum var at seta í verk ein afturberingarskipan, sum er kappingarfør við ta donsku skipanina.

Í uppskotinum, sum nú er til hoyringar, verður skotið upp, at tað verður sett í gildi ein lønarafturberingarskipan, sum er galdandi fyri tíðarskeiðið, tá næmingarnir eru í starvsvenjing umborð á skipi. Skipanin er gjørd við íblástri úr donsku skipanini fyri aspirantar, og ítøkiliga verður nevnt, at lønarafturberingarupphæddirnar eftir ætlan verða tær somu, sum tær donsku.

Hetta samsvarar við tilmælið hjá arbeiðsbólkinum, og hesum tekur Reiðarafelagið fyri handilsskip undir við.

Les uppskotið her