Vinnuhúsið hevur fingið omanfyri nevnda lógaruppskot til hoyringar. Sambært viðmerkingunum er talan um, at kommunurnar framyvir skulu rinda fyri tilboð til demenssjúk, sum verða yvirtikin sambært lóg, meðan landið yvirtøkur alla fíggingina av yrkisskúlunum. Samlaða upphæddin er á leið tann sama, uml. 4,6 mió kr.
Í tann mun at lógaruppskotið ikki ávirkar samlaðu fíggingina til Yrkisskúlarnar, hava vit ongar viðmerkingar til lógaruppskotið.