Uppskot til Løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin)

Hoyringssvar frá Ferðavinnufelagnum

25. februar. 2024 | Hoyringssvar | Ferðavinna

Ferðavinnan hevur verið nógv merkt av, at málið um gongd í haga ikki hevur verið loyst politiskt. Tað er ein trupulleiki sum hevur verið í nógv ár, og trupulleikin hevur verið vaksandi seinastu árini. Tey seinnu árini hava ferðafólk víst sína ónøgd, tí treytir og kostnaður fyri túrar og upplivingar verða broytt frá degi til dags. Á alsamt fleiri støðum verða ferðafólk møtt av gjaldsterminalum og gjøldum, sum als ikki samsvara við ta tænastu sum verður veitt. Ongin vinna kann liva av ónøgdum kundum, og hesar óskipaðu umstøður, við óvæntaðum gjøldum og hóttanum, eru við til at áhugin og eftirspurningurin hjá ferðafólki at vitja Føroyar er minkaður og sostatt var lítil og ongin vøkstur í ferðafólkatalinum í 2023. Ferðavinnan skapar stóra virðisøking fyri samfelagið, og við kappingarførum vinnuligum karmum, kann ferðavinnan vaksa og mennast til at gerast eitt sterkt triðja bein undir føroyska búskapinum.


Uttan eina burðardygga náttúru er ongin ferðavinna. Ferðavinnufelagið stuðlar, at ávís øki verða stongd ella avmarkað fyri gongd, um mett verður, at tey eru ov viðbrekin. Og har tað er vandamikið at ganga, eigur ferðaleiðari at verða kravdur. Føroyska landslagið er fjølbroytt og ymiskt frá øki til øki. Ferðavinnufelagið heldur, at ein haldbar loysn hevði verið at skipa Føroyar í ymiskar sonur, sum høvdu hvør sína reglugerð. Men tað er sera umráðandi, at hesar sonur verða gjørdar út frá eini fakligari og gegnigari meting.


Allar vinnur mugu hava tryggar karmar at virka innanfyri
Allar vinnur hava eina lóggávu at halda seg til fyri at kunna virka, og tað er sjálvandi ikki nøktandi, at ferðavinnan skal arbeiða undir einari lóggávu, ið stavar frá 1866 – áðrenn nøkur ferðavinna var til. Vísast kann á hvussu gekk, tá ið fiski- og alivinnan ikki høvdu nøktandi lóggávu og karmar at virka undir, og ruðuleiki var. Nevnast kann, at í hesum døgum eftirlýsa føroysku bóndirnir sjálvir eitt kappingarført lógarverk og karmar til teirra egnu matvøruframleiðslu og vísa til grannalondini.


Ferðavinnan hevur sjálvandi eisini tørv á kappingarførum kørmum, og tað má ikki henda, at landsstýrið sær gongugjøld sum ein óbeinleiðis stuðul til bøndurnar, tí verandi óskipaða støðan ger av við ferðavinnuna.


Tað er eyðsæð, at bøndur eru ein nátúrligur partur av ferðavinnuni, men eins og í øllum øðrum vinnum, má man vilja vera partur av vinnuni og bjóða eina tænastu. Tað er ikki eitt vinnuligt átak at seta eitt gjaldsportur upp ella at taka ein gjaldsterminal fram. Verður slíkt framhaldandi góðtikið, frátekur tað øllum øðrum føroyingum stóru búskaparligu, sosialu og mentanarligu fyrimunirnar, ið ein blómandi føroysk ferðavinna hevði havt havt við sær.


Ferðavinnan ein virðismikil vinna
Tað er orsakað av ferðavinnuni, at vit í Føroyum hava eitt so fjølbroytt tænastutilboð av matstovum, kaffistovum, gistingarhúsum, ferðaseðlum flog og sjóvegis og beinleiðis ferðasambond til fleiri ferðamál, ið eru við til at skapa trivnað – ikki bert fyri ferðafólk, men fyri øll, ið búgva í Føroyum. Sigast kann eisini, at ferðavinnan hevur verið við til at stuðla uppundir fólkavøksturin í Føroyum, tí síðani ferðavinnan tók dik á seg, hevur fólkatalið í Føroyum verið støðugt vaksandi. Harumframt skapar ferðavinnan fjølbroyttar og spennandi arbeiðsmøguleikar.

Flestu lond arbeiða miðvíst fyri at draga ferðafólk til sín, tí ferðavinnan er virðismikil. Ferðavinnan er ein útflutningsvinna, har fólk koma inn í landi at leggja pening eftir sær sum síðan skapar størv. Longu nú skapar ferðavinnan í Føroyum eitt virðið á meira enn 350 mió. kr. um árið og 900 løntakarar eru knýttir at vinnuni. Hettar talið ferð avgjørt at vaksa, um røttu karmar verða skaptir.

Óheppið við eyka gjaldi ið minkar um kappingarførið í føroysku ferðavinnuni
Ferðavinnufelagið heldur, at tað er óheppið at krevja eitt eyka gjald við komu til Føroyar, tí hetta ávirkar kappingarførið hjá Føroyum, tá ið ferðafólk skulu velja ferðamál. Longu í dag hava vit eitt ferðaavgjald á 65 kr. á øllum ferðaseðlum úr Føroyum. Við hesum uppskotinum kemur eitt gjald á 150 kr. afturat; hetta merkir, at landið tekur 215 kr. inn, ið tann ferðandi skal rinda, umframt flogvallargjøld, havnagjøld vm. ið sum ávirkar ferðaseðlaprísin. Um hettar gjaldið kemur í gildið, hava vit helst hægsta flogskatt í Evropa, fyri ferðing millum lond í Evropa.


Føroyar er eitt kostnaðarmikið ferðamál í harðari kapping við onnur ferðamál. Verður náttúrugjaldið lagt á ferðaseðlarnar, er vandi fyri, at føroyska ferðavinnan missir sítt kappingarføri, og at ferðandi velja Føroyar frá. Men hóast hetta, so metir Ferðavinnufelagið, at tað er vorðið so mikið átrokandi at fáa skipað viðurskifti tá tað kemur til gongd í haga, at felagið stuðlar hesum lógaruppskotinum og harvið eisini náttúrugjaldinum á 150 kr.


Vansar og avbjóðingar við at krevja náttúrugjaldið umvegis eitt ferðaavgjald
Har eru tó nakrir ávísir vansar og avbjóðingar við at krevja nátturugjaldið inn umvegis eitt ferðaavgjald, har føroyingar eisini skulu kunna bíleggja ferðaseðlar uttan at rinda avgjald.


Sjálvi flutningfeløgini, ið virka uppá Føroyar, kunnu sannlíkt menna egnar skipanir, har føroyingar kunnu prógva at teir eru búsitandi í Føroyum, og harvið sleppa undan náttúrugjaldinum. Spurningurin er tó, um útlendsk flutningsfeløg, ið virka uppá Føroyar, fara at menna slíkar serføroyskar skipanir. Og høgi flogskatturin fer at gera tað minni áhugavert hjá útlendskum flogfeløgum at flúgva til Føroyar.


Ferðaseðlar verða seldir ígjøgnum fleiri hundrað sølustøð. Verður náttúrugjaldið kravt inn saman við ferðagjaldinum, verður tað ein dyggur smeitur fyri nakrar av føroysku ferðaskrivstovunum, tí ferðaskrivstovur hava ikki møguleika fyri at menna eina tílíka skipan. Tað eru bert flutningsfeløgini ið hava møguleika fyri tí, tí tað eru tey sum koma at rinda ferðaavgjaldið. Hetta verður beinleiðis kappingaravlagandi fyri ferðaskrivstovurnar, tá ferðaseðlarnar verða 150 bíligari við keypi av ferðaseðlum beinleiðis frá flutningsfeløgunum, enn umvegis ferðaskrivstovunum.


Mælt verður til, at náttúrugjaldið verður kravt inn umvegis gistingar
Ferðavinnufelagið mælir tí til, at náttúrugjaldið verður kravt inn umvegis gistingar, heldur enn sum ein skattur, ið verður lagdur afturat ferðagjaldinum, sum uppskotið leggur upp til. Gistingar skal skiljast í breiðastu merking, har talan er um gistingar sum heild, herundir gistingarhús, kamping, Airbnb og aðrir leiguportalar, og útleigan til ferðafólk sum heild.Umframt hetta má eitt serstakt gjald leggjast á cruiseskip gestir.


Hátturin við at krevja skattir umvegis gistingar er ein háttur, sum verður brúktur í londum rundanum okkum. Tøkniliga er tað ein fyrimunur, at gjaldið verður kravt umvegis gistingar, tí hetta er ein skipan sum longu verður nógv brúkt, harumframt er tað ein háttur sum ferðafólk, eins og føroyingar, longu kenna til frá øðrum londum.

Við at krevja eitt gjald fyri hvørja nátt, verður gjaldið meira skynsamt, tí soleiðis rinda tey, ið eru her longst og harvið eisini brúka náttúruna longri, eitt hægri gjald enn tey, ið bert skulu vera her í eitt styttri tíðarskeið.


Viðmerkingar til lógartekstin:
Viðv. §2 nr. 2: “Handilslig ferðavinna: Skipaður túrur, har luttakarar gjalda fyri tiltakið. Fyriskipari eftir 1. pkt. kann vera persónur, felag o.tíl.”


Ferðavinnufelagið vil vísa á, at ferðavinnan er øll ein vinna, og tí kann ikki gerast munur á handilsligari ferðavinnu og øðrum.
Harumframt verður víst á, at tað má tryggjast, at fyriskiparar av túrum ikki verða álagdir møgulig eyka gjøld, tí ferðaleiðarin skal gera “avtalu” við bøndur, og harvið at kostnaðurin fyri ferðaleiðara økist samsvarandi. Við hesum kann vandi vera fyri, at ferðafólk, ið velja at keypa sær eina tænastu við einum ferðaleiðara, møguliga bæði skulu gjalda eitt náttúrugjald við komu til Føroyar, umframt eitt óbeinleiðis gjald umvegis ferðaleiðaran, sum bóndin krevur inn frá ferðaleiðara. Hetta hava við sær, at fleira fara at velja ferðaleiðara frá.


Viðmerkingar til lógartekstin:
Viðv. §17 stk. 1: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd”


Ferðavinnufelagið skal vísa á, at tá ið ætlanin er at seta broytingarnar í verk, er tað týdningarmikið, at ferðavinnan hevur rúma umstillingartíð til at menna tær skipanir ið skulu til fyri at krevja náttúrugjaldið inn bert fyri útlendingar.


Vinarliga
FERÐAVINNUFELAGIÐ