Uppskot til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin)

Hoyringssvar frá Sjóvinnufelagnum

25. februar. 2024 | Hoyringssvar

Nú uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin) liggur til almenna hoyring, vil Sjóvinnufelagið nýta møguleikan at ummæla uppskotið.


Sjóvinnufelagið tekur ikki støðu til sjálvt uppskotið, men heldur tað er týdningarmikið at koma við viðmerkingum sum felagið metir, eiga at verða tiknar við undir viðgerini av uppskotinum.


Sambært lógargrein 13 í uppskotinum skulu øll ferðafólk, 16 ár og eldri, sum koma til Føroya, rinda náttúrugjald. Hetta náttúrugjaldið umfatar eisini ferðafólk við ferðafólkaskipum(cruise-skipum) sum einans steðga stutt í Føroyum. Sum nakað nýtt skal ferðagjald hartil eisini krevjast av øllum ferðafólkum umborð á cruise-skipum, sambært lógargrein 18 í uppskotinum.


Sostatt skulu ferðafólk, eftir lógaruppskotinum nú áleggjast tvey nýggj gjøld – ferðagjald og náttúrugjald.


Í almennu viðmerkingunum til uppskotið verður viðmerkt, at uppskotið sum heild hevur positivar fíggjarligar avleiðingar fyri ferðavinnuna. Tað tikist tó undranarsamt at uppskotið á ongan hátt viðger avleiðingarnar og leiklutin hjá øðrum tænastuveitarum, ið varða av ferðamannaskipum sum koma í føroyskar havnir. Her kann millum annað nevnast:

  • Havnir
  • Skipa-umboðsfyritøkur
  • Sleipara - og loðstænastir
  • Olju og orkuveitarir
  • Vistir, sum fyritøkur veita
  • Annað

Um eitt ov høgt gjald verður álagt hvørjum ferðafólkið umborð á ferðamannaskipum, kann avleiðingin verða at ferðamannaskipini, sum væntast at verða nógv í tali, frameftir velja onnur lond enn Føroyar, til dømis Norra, Hetland og Ísland.


Sjóvinnufelagið metir tí at tað er týdningarmikið at vísa á, at um hesi ferðamannaskip framyvir ikki koma til Føroyar verður hetta ein smeitur fyri nógvar tænastuveitarar í ferðavinnuni, men harumframt eisini aðrar veitarar av øðrum avleiddum virksemi. Hetta kemur í stóran mun at raka fleiri av somu veitarum sum framanundan eru raktir av havnastongslinum sum eisini er settur í verk ímóti russiskum skipum. Hesar avleiðingar eiga at verða lýstar og annars ein partur av viðgerini av lógaruppskotinum.

Vegna nevndina í Sjóvinnufelagnum

Øssur M. Dalbúð