Uppskot til løgtingslóg um Føroya Kærustovn til ummælis

07. mai. 2021 | Hoyringssvar

Uppskot til løgtingslóg um Føroya Kærustovn

Álit um Føroya Kærustovn

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarfelag

Yvirskipað tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við, at karmarnir kring Føroya Kærustovn verða skipaðir formliga í lóggávu. Tað eru tó ávísir partar av uppskotinum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki kann taka undir við.

Kærunevndin hjá Arbeiðsloysisskipanini
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur ikki undir við, at kærunevndin fyri ALS verður avtikin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tað sjónarmið, at kærunevndir, sum viðgera kærumál, sum hava markamót inn á sáttmálaøkið, mugu mannast við skikkaðum fólki, sum hevur góðan kunnleika um kollektiva sáttmálaøkið.

Arbeiðsloysisskipanin er ein skipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum varða av. Tað hevur tí stóran týdning, at kærunevndarlimir eins og stýrið fyri ALS, hava gott innlit í arbeiðsmarknaðin, sáttmálar og lóggávu. Umboðanin hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum í hesi kærunevndini er tí sjálvsøgd og eigur tí at halda fram sum nú. Vísandi til, at ætlanin ikki er, at Føroya Kærustovnur framhaldandi skal kunna verða skrivstova hjá øðrum kærunevndum enn teimum kærunevndum nevndar í uppskotinum, verður neyðugt, at kærunevndin hjá ALS verður sjálvstøðug við egnari skrivstovu, soleiðis sum fyri fáum árum síðani.

Í álitinum, sum er grundarlagið fyri hesum lógaruppskoti, verður ført fram, at tað er ein trupulleiki, at tað eru umboð frá áhugabólkum, sum sita í hesi kærunevnd, tí at tey umboða ávís áhugamál, og at teirra umboðan hevur ta avleiðing, at løgfrøðiliga atlitið ikki fær ta tyngd, tað eigur.

Henda útsøgn avdúkar, at ognaskapurin hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum av ALS skipanini ikki er tikin við í viðgerðina, og atlitið til yrkisfelagsliga umboðan missir harvið týðandi tyngd í viðgerðini.

Ein serføroysk skipan – løgfrøðin í hásæti

Tikið verður undir við, at neyðugt er við eini skipan fyri Føroya Kærustovn, sum hóskar seg til føroysk viðurskifti. Tað er ikki vist, at núverandi skipan, sum hevur sín líka í Danmark, riggar á øllum økjum í Føroyum. Tað er møguligt, at Føroyar eru ov lítlar til eina slíka skipan, og at summar nevndir kenna seg ov veikar í mun til sterka løgfrøðiliga førleikan á Kærustovni Føroya, og at avgerðirnar í veruleikanum verða tiknar á Kærustovninum, sum er. Hetta ger seg helst serliga galdandi í málum, har løgfrøðiligi parturin er við yvirlutan.

Uppskotið leggur upp fyri, at tað eru ávís økið, har fakkunleikin hevur somikið stóran týdning, at neyðugt er við fakligari umboðan í nevndini, eitt nú innan økini barnavernd og psykiatri. Sama forstáilsi er tó ikki fyri yrkisfakligari umboðan innan øki, sum nerta við kollektiva arbeiðsrættin. Uppskotið tykist ikki at viðgera tann leiklut, sum yrkisfelagslig umboð hava í kærunevndunum og ta siðvenju, sum Føroyar hava við yrkisfelagsligari umboðan, bæði fyri at tryggja fakliga grundaðar avgerðir, fakligt trúvirði og undirtøku fyri skipanini.

Vit eiga at vera varug við, at velja vit at fara frá eini skipan við kærunevndum til ein fyrisitingardómsstólalíknandi myndugleika, so er talan um eina stóra skipanarliga broyting. Hóast tað ikki sýnist so í tí praksis, sum er. Vit fara burtur frá eini skipan við fjøltáttari umboðan til ein almennan myndugleika við sterkum løgfrøðiligum førleika. Við hesi broyting broyta vit kós og leggja, í prinsippinum, almennar avgerðir enn longur frá einum fakligum umhvørvi.

Tað hevur tí týdning, at fyrisitingarrættarliga málsøkið hjá Føroya Kærustovni verður allýst og avmarkað, soleiðis at Kærustovunurin ikki fær uppgávur, sum liggja uttanfyri økið hjá einum almennum myndugleika. Tað eigur at verða nágreinað, at virkisøkið hjá Føroya Kærustovni er innan fyri almenna geiran. Hetta má eyðmerkjast í grein 2, stk. 1 í lógini.


Serkøn ráðgeving

Lógaruppskotið leggur upp til, at Kærustovnurin fær sær neyðuga serkøna ráðgeving eftir tørvi. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at greiðar ásetingar verða um val av serkønum, tá tað kemur til vinnulig viðurskifti. Hetta fyri at tryggja Føroya Kærustovni nýggjastu vitanina sum grundarlag, tá ið avgerðir verða tiknar.