Uppskot til løgtingslóg um føroyskan førleikakarm

Hoyringssvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

31. januar. 2024 | Hoyringssvar

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at geva ummæli til uppskotið um løgtingslóg um føroyskan førleikakarm.

Føroya Arbeiðagevarafelag tekur undir við endamálinum, sum er at geva føroysku útbúgvingunum størri gjøgnumskygni, og at gera tað lættari at samanbera og viðurkenna okkara útbúgvingar við útbúgvingar uttanlands. Av tí at uppskotið er á einum yvirskipaðum støði, eru ikki stórvegis viðmerkingar til júst hetta uppskotið.

Vit vilja tó heita á landsstýrið um at hava vinnuna við í komandi fyrireikingum av kunngerðum o.l., sum áseta nærri reglur sbrt. førleikakarminum. Tað eru umráðandi, at hava vinnulig umboð og áhugapartar við í viðgerðini frá byrjan fyri at tryggja, at møguligar broytingar í kunngerðum ella námsætlanum verða framdar á mest skynsaman hátt.

Vinarliga

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Jórun Gardar­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

Les uppskotið her