Uppskot til løgtingslóg um heildarætlan fyri Kjarnuna (verklag um nútímansgerð av Toll- og skattaskipanum 2024 til 2029)

Hoyringssvar frá KT-felagnum

12. februar. 2024 | Hoyringssvar

KT-felagið hevur fingið til hoyring uppskot til Løgtingslóg um heildarætlan fyri Kjarnuna

KT-felagið tekur undir við, at nýggj skipan skal gerast til Taks. Skipanin er gomul og tað er avgerandi at skattaskipan er trygg. Tí eigur skipanin at dagførast. Taks er søguliga ein forgangari fyri at menna føroyskar skipanir. KT-felagið heldur, at tað er týdningarmikið, at hendan gongdin heldur fram, har Taks ger skipanir við føroyskum KT-veitarum.

Tað er tó óheppið, at skotbráið er sera stutt at svara hoyringini. Serliga havandi í huga, at lýsingin av útboðnum er ivasom. Tað er trupult at síggja, hvussu orðingarnar við útboðnum skulu skiljast. Er talan um eitt útboð, sum er ávegis ella er tann parturin longu avgreiddur? Og hví skal nakað í útboð og annað ikki?

Eisini harmast KT-felagið um, at almennir stovnar, í hesum førum Taks, brúka KT-fyritøkurnar sum vikarbureau. Tað er ein óheppin útboðsháttur, har starvsfólk hjá KT-fyritøkum verða innveitt í almennar stovnar, har stovnar keypa eitt tilfeingi heldur enn enn eina tænastu. Hetta viknar um bæði stovnin og fyritøkuna, umframt at skipanin verður tengd at einkult persónum heldur enn at fyritøkum.

Vinarliga

KT-felagið

Uppskot

Fylgiskjal 1

Fylgiskjal 2