Uppskot til løgtingslóg um javning av skattastigum og avgjøldum

Hoyringarsvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag 03. oktober. 2025 | Hoyringssvar

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskotið til løgtingslóg um javning av skattastigum og avgjøldum.


Skattastig og barnafrádráttir
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at skattastigini verða javnað eftir lønarvísitalinum. Hetta tryggjar, at veruliga lønarskattatrýstið ikki sjálvvirkandi hækkar ár fyri ár, uttan at tað er politiskt ætlað.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur eisini undir við, at barnafrádráttir verða javnaðir. Hetta hjálpir barnafamiljum og forðar samstundis fyri, at virðið av hesum frádráttum minkar við tíðini orsakað av inflatión í samfelagnum.


Avgjøld
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur ikki undir við uppskotinum um at hækka avgjøld við 2% árliga, tí har er eingin kostnaður at fíggja, hóast skattastigin framyvir fylgir lønargongdini. Sum tað verður víst á í viðmerkingunum til uppskotið, so kostar javningin av skattastigunum í prinsippinum einki fyri landskassan, tí hon fylgir bara lønargongdini.


Tí er ikki neyðugt at hækka nøkur gjøld yvirhøvur, hóast skattastigin verður javnaður.


Samgongan eigur heldur at arbeiða fyri, at Føroyar vera eitt betri og meira lokkandi samfelag hjá borgarum bæði at liva og arbeiða í. Føroya Arbeiðsgevarafelag vil tí vísa á, at:

  • Føroyar eru longu millum heimsins dýrastu lond at liva í við høgum skattatrýsti, millum heimsins hægstu MVG og alt ov nógvum og høgum avgjøldum.

 

  • Ein fast árlig hækking av avgjøldum økir um kostnaðarstigið og ger samfelagið minni lokkandi at liva og virka í.

 

  • Hægri avgjøld raka tey við lægstu inntøkum harðast, tí tey brúka størri part av inntøkuni upp á dagligar vørur.

 

  • Samgongan eigur at arbeiða fyri at lækka gjøld og bøta um kappingarførið og lívsgóðskuna heldur enn at seta í verk lóg, sum uttan undantak hækkar avgjøld ár undan ári.


Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur sostatt undir við sjálvari javningini av skattastigunum og frádráttum, sum tænir endamálinum at varðveita skattatrýstið har tað er, men mælir frá at hækka avgjøld við 2% árliga, tí hetta ger eitt framman undan dýrt samfelag enn dýrari og rakar tey við lægstu inntøkunum harðast.

Javningarlógin